Skip, sum fiska við gørnum undir Føroyum, missa ofta gørn, uttan at boðað verður frá tí. Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Gunvør Balle, tingkvinna, hevur spurt hann fleiri spurningar í kjalarvørrinum á sorgarleikinum, tá ið garnaskipið, Anita, misti ein mann. Í hesum sambandi spurdi tingkvinnan, um landsstýrismaðurin kundi veita vissu fyri, at øll gørnini nú eru tikin Til tað svarar landsstýrismaðurin stutt og greitt: Nei.
Hann sigur, at tað er altíð vandi fyri, at skip missa gørn. - Tey hava tó skyldu at royna at fáa fatur á gørnunum aftur, og at boða Vørn frá, táið tey missa gørn. Men tað er verri enn so altíð, at tey boða Vørn frá, tá ið tey missa gørn.
Jacob Vestergaard sigur, at í́ 2006 gjørdi Vørn eitt átak at dreggja á einum staði, har garnaskip vanliga royna. - Økið, har dreggjað varð, strekti seg 13 fjórðingar gjøgnum kantin norðan fyri Skeivabanka, ímillum 200 og 500 metrar.
Landsstýrismaðurin sigur, at fongurin var 77 havtaskugørn og eitt garnavarp við standara. - Hesi gørn vórðu ikki fráboðað sum mist, og hetta er ein greið ábending um, at mist gørn standa kring landgrunnin, sigur hann.
Hann sigur, at leysliga mett liggja eini 1000 og 2000 gørn og rekast í sjónum á landgrunninum, uttan at skipini hava boðað frá, at tey eru mist.
Les her, hvat ein av okkara fremstu fiskifrøðingum heldur um gørn, sum liggja og rekast í sjónum: Hetta er fúl skomm
Hann sigur, at sum støðan er nú, hevur fiskiveiðieftirlitið ikki heimild at draga gørnini fyri eigarans rokning. Men tað er ein heimild, hann ætlar at útvega Vørn og hann væntar at leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta einaferð í næstu tingsetu, sum byrjar á ólavsøku.
|