Í Norra, har hervilig vatnflóð hevur gjørt stóran skaða, eru viðurskiftini so spakuliga við at koma í rættlag aftur, og serliga í Gudbrandsdalinum eru fleiri vegir latnir uppaftur, sum annars hava verið stongdir.
Framvegis er onkur av størru vegunum stongdur, tí umfatandi ábøtur mugu gerast, áðrenn alt aftur er sum vanligt, men í teimum førum verður ferðslan leidd eftir smærru vegunum, so nógvastaðni tekur tað bara longri tíð at koma upp á pláss.
Eisini telesamskifti, ið hevur verið hart rakt av vatnflóðini, tí fleiri støðir hava staðið undir í vatni, er við at koma í gongd aftur. Á onkrum stað riggaðu hvørki fartelefonir, fastnettelefonir ella internet, men í flestu støðum er glið við at koma á aftur samskiftið.