Skrúðgongan verður eygleidd uppaftur nærri

Álitið um nýggju stýrisskipanarlógina og agurkutíðin í fjølmiðlunum eru høvuðsorsøkin til, at skrúðgongan fær so nógva umrøðu. Nú vil løgtingsformaðurin hava, at luttakararnir skulu vera hóskandi ílætnir, og tað fer neyvan at gera áhugan minni fyri skrúðgonguni

JÓANNES HANSEN


Hesi seinastu árini er almenna viðgerðin og harvið almenni áhugin fyri skrúðgonguni ólavsøkudag øktur rættuliga nógv.

Ein orsøk fyri hesum er, at fjølmiðlarnir gera meiri burturúr, enn teir áður hava gjørt. Hóast tað ofta verður sagt, at soðið er tunnt, so skerst tað ikki burtur, at tað er meiri lív í føroyska fjølmiðlaheiminum um sumrarnar í nítiárunum, enn tað áður hevur verið. Útvarpið ger meiri burturúr føroyskum tíðindum, enn teir fyrr plagdu at gera um sumrarnar, og Dagur og vika hjá sjónvarpinum hevur ikki summarfrí. Dimmalætting og Tíðindablaðið Sosialurin koma fimm ferðir um vikuna, og tað skal tilfar til. Summartíðin verður søgd at vera tað, teir á fjølmiðlamáli rópa agurkutíð, tí so nógv fólk er burturi í summarfrí, og tað hendir ikki so nógv á politiska víðvøllinum, og so verður tað, ið er á skránni, vent og snarað.


Skrúðgongan

og stýrisskipanin

Tað var sannur gloypibiti hjá fjølmiðlunum, tá tað í 1995 vórðu gjørdar stórar broytingar í samansetingini av skrúðgonguni, og m.a. bispur ikki duldi fyri, at hann kendi kirkjuliga partin níðurtónaðan á eitt støði, sum hann ­ út frá søguliga veruleikanum ­ avgjørt ikki helt vera sømiligt og rætt.

Høvið til broytingina var nýggja stýrisskipanarlógin og serliga álitið, sum í 1994 varð almannakunngjørt í hesum sambandi.

Frammanundan hevði einki formligt staðið á prenti um skrúðgonguna, men bara at tingið skuldi setast eftir ólavsøkuguðstænastuna. Í álitinum verður rátt til, at skrúðgongan ólavsøkudag verður lógarfest.

Í viðmerkingunum verður sagt, at skrúðgongan hevur ikki bert ein hátíðarligan og mentanarligan dám. Og so verður lagt afturat: ?Av tí at heimastýrið ikki hevur heiðursmerkjaskipan (riddarakrossar v.m.), so sigur røðin í skrúðgonguni nakað um hvørja tign, teir ymsu tingmenninir og embætismenninir hava í føroyska samfelagnum.

Hægstu tign eftir uppskotinum hevur løgtingsformaðurin. Hann er formaður fyri tí fólkavaldu samkomuni, løgtinginum, í Føroyum og hevur tí hægstu tign. Løgmaður er honum næstur í tign. Av hesi orsøk verður mælt til, at løgtingsformaðurin er hin fremsti í ólavsøkuskrúðgonguni, og at honum verður litið til at taka avgerð um, hvør ið gongur í skrúðgonguni og í hvørji røð³.

Hesi vóru orðni, sum so nógv hóvasták síðani er gjørt burturúr.

Marita Petersen, sum var løgtingsformaður í 1995, metti út frá omanfyri standandi, at talan var um eina politiska skrúðgongu, og tí setti hon kirkjunar umboð við síðuna av hinum embætismonnunum.

Jógvan Ingvard Olsen varð valdur til tingformann ólavsøkudag í 1995, og hann hevði ein annan hugburð, sum m.a. var grundaður á søguliga leiklutin, ið prestarnir høvdu havt í skrúðgonguni. Hann flutti bisp og prestarnar fram aftur, og setti eina nevnd at lýsa søguligu skrúðgonguna fyri á tann hátt at finna eina hóskandi framtíðarloysn. Nevndin var liðug við sítt álit í fjør, men tað varð ikki almennakunngjørt.

Nú hevur Finnbogi Ísakson, nýggi løgtingsformaðurin, lagt álitið á internetið. Tað finst á www.logting.fo, og har sæst m.a., at nevndin mælti til, at løgtingsformaðurin og bispur skuldu ganga fremstir.


Búnin

Tá luttakararnir nú skulu ganga í trimum røðum, verður tilmælið hjá nevndini fylgt, og løgmaður, sum nevndin, ið gjørdi álitið, helt hevði næsthægstu tignina, varðveitir plássið, sum hann hevur havt, síðani heimastýrislógin kom í gildi.

Løgtingsformaðurin vil hava, at luttakararnir í skrúðgonguni eisini í sínum klædnabúna vísa, at teir taka henda partin í tí álvara, sum lógin leggur upp til. Hann vil hava, at tey, sum hava møguleika fyri tí, helst eru í føroyskum klæðum, og undir øllum umstøðum skulu tey ikki møta í frítíðarbúna men í stásiligum klæðum.

Ynskið hjá løgtingsformanninum minnir ikki sørt um boðini, tú fært, tá tú skalt hitta drotningina. Einki er at ivast í, at luttakararnir fara at kenna seg uppaftur meiri eygleiddar og kannaðar, enn teir higartil hava gjørt.