Tíðliga í morgun fór kvinnulandsliðið í fótbólti av landinum. Kósin varð sett til Polen, har HM undankappingardystur er á skránni hósdagin klokkan 16.00. Eingin ivast í, at talan er um ógvuliga stóra avbjóðing.
Í gjár var føroyska liðið fyri fyrstu ferð í altjóða eldinum, eftir at tað í vár eydnaðist liðnum at kvalifisera seg til hesa kappingina. Ta ferðina gakk tað væl hjá føroyska liðnum í bólkaspæli í Litava. Úrslitini ta ferðina vóru 1-0 sigur á Litava, 2-1 sigur á Georgia og 3-3 ímóti Montenegro.
Beinanvegin tá ið portugisiski dómarin hevði bríkslað sást, at skotska liðið var á øðrum støði, enn mótstøðuliðini í Litava fyri fimm mánaðum síðani. Skotsku spælararnir vóru skjótari og kropssterkari, enn føroysku spælararnir eru vanir við, og bóltførleikin hjá teimum var væl betur, enn føroysku kvinnurnar áður hava upplivað.
Hesin veruleikin saman við tí at stórur fjáltur var á føroysku spælarunum var orsøkin til, at heimaliðið á Tórsvølli fyrsta hálva tíman orduliga varð rent um koll. Eftir fyrstu tredivu minuttirnar var støðan 5-0, og tað sá út til, at hetta skuldi verða dagurin, tá ið størsta tapið nakrantíð kundi verða veruleiki.
Tíbetur gekk tað ikki so illa. Kanska løgdu skotsku kvinnurnar ikki so nógv fyri, sum tær høvdu gjørt. Og so er tað ein veruleiki, at føroyska liðið síðsta tíman var væl betri skipað, enn tað hevði verið fyrstu løtuna, tá ið tær ikki tóktust vera klárar at standa seg ímóti skotsku brotasjógvunum.
– Vit eru ikki so royndar, og hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at vit spældu rættuligan HM undankappingardyst. Tað sást væl á avrikinum fyrstu løtuna. Vit vóru ov stirvnar og læstar, og vit dugdu ov illa at takla hesa støðuna. Tá hálvur tími var farin, royndu vit at rætta upp á tingini, og tá Jón Pauli Olsen, venjarin, og vit í steðginum høvdu tosað saman, fingu vit betri tak á tí í 2. hálvleiki. Vit kunnu eisini siga, at vit fingu týdningarmiklar royndir, sum vónandi hava lært okkum eina rúgvu. Tað verður toført í Polen hósdagin, men tað hevði ivaleyst verið uppaftur torførari, um vit ikki høvdu roynt okkum á heimavølli ímóti Skotlandi í gjár, sigur liðformaðurin á føroyska liðnum Malena Josephsen.
Heidi í hopla
Meðan Skotland vann fyrra hálvleik 5-0, so megnaði føroyska liðið í seinna hálvleiki at standa seg eins væl og mótstøðuliðið. Úrslitið av 2. hálvleiki var 2-2, og harvið fór Skotland til hús við 7-2 sigri. Føroysku málini vórðu skorað, tá ið Skotland hevði lagt seg framum 7-0. Í báðum førum var Heidi Sevdal føroyskur málskjútti.
Olga Kristina Hansen var fremsti miðvallarin, og Heidi Sevdal var einsamøll í føroyska álopinum. Í báðum førum, tá ið Heidi skoraði, var tað, eftir at Olga Kristina hevði spælt hana leysa.
– Sendingarnar hjá Olgu Kristinu vóru góðar. At tað bar til hjá mær at kapprenna við verjuna hjá teimum er undirstriking av, at tær vóru væl skjótari í framrættaða partinum, enn tær vóru í vderjupartinum, heldur Heidi Sevdal.
Serliga seinna málið var fott. Heidi smekkaði til við fluktskoti av brotsteigarsamankomingini í vinstru, og bólturin sigldi omanfyri málverjan og inn í handara síðunetið:
– Eg rakti hann væl, og tað var deiligt at skora málini. At tað júst var eg, sum skoraði, hevur ikki so nógv at siga. Týdningarmiklari var tað, at vit endaðu betri, enn vit byrjaðu. Tað gevur okkum betri vónir um, at tað fer at ganga hampuligt í Polen, men vit vita, at tað verður sera torført, sigur tvífaldi málskjúttin.
Heidi Sevdal er uppvaksin í NSÍ, og hon býr framvegis í Runavík. Nú spælir hon við HB.
Broytingar
Leygardagin komu boð um, at Rannvá B. Andreassen og Fríðrún Danielsen ikki kundu spæla við orsaka av kortunum, sum tær sóu í undankappingini í vár. Tað var smeitur, og tað bar við sær, at tað var neyðugt at gera onkrar rokeringar.
Tær báðar verða við, tá ið føroyska liðið hósdagin fer at royna seg í Polen. Í gjár noyddist Rakul Johannesen av vøllinum longu miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
– Nú fyrireika vit okkum til avbjóðingina hósdagin. At vit fáa høvi at taka lut í sovornum kappingum er stórt framstig fyri føroyskan kvinnufótbólt, og sjálvandi fara vit at leggja nógv fyri í royndini at vinna so gott úrslit, sum tað á nakran hátt ber til, sigur Malena Josephsen.
- - -
Føroyar - Skotland 2-7 (0-5)
Føroyskur málskjútti Heidi Sevdal (2) 82. og 83.
Dómari: Sandra Bastos, Portugal
Føroyar: Randi Wardum – Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Liljan Petersen, Rakul Johannsen (Sigrid Jacobsen, 22.) – Íðunn Magnussen (Lailia Pætursdóttir, 87.), Ansy Sevdal, Sigrun Kristiansen (Lív Arge, 77.), Oddrún Danielsen – Olga Kristina Hansen – Heidi Sevdal
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn:
Bjarta Johansen, Sólja Eiðisgarð, Elin Maria Isaksen, Milja Simonsen
Venjari: Jón Pauli Olsen