Grunnurin Mentanartiltøk hjá Klaksvíkar kommunu letur á hvørjum ári stuðul til mentanartiltøk.
Talan er um mentanartiltøk, sum á ein hvønn hátt fremja og lýsa Klaksvíkar kommunu á mentanarliga økinum.
- Freistin at søkja um stuðul úr grunninum er mánadagin hin 23. mars, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.
Um heimasíðuna - www.klaksvik.fo - sæst, hvussu søkjast kann, og her sæst eisini meira um endamál, reglugerð og treytir fyri stuðli.
- Umsóknarblað kann eisini takast niður á heimasíðuni, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag, har til ber at søkja um mentanarstuðul fyri 2026.











