Bretskir fjølmiðlar avdúkaðu í gjár, at tað vóru bumbur hjá donskum F16-jagaraflogførum, sum kostaðu einum soni Muammar Gaddafi lívið fyri nøkrum døgum síðani. Síðani hava fjølmiðlar gjørt vart við, at eitt álop av hesum slagnum er uttan fyri Libya-heimildina hjá ST-trygdarráðnum. Eftir henni skulu flogførini einans verja sivilfólkið ímóti ágangi frá Gaddafi-stýrinum.
Á tíðindafundi í dag varð Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, spurdur um hansara viðmerking til álopið.
-Eg kann hvørki vátta ella avsanna, at donsk flogfør vóru við í hasum álopinum. Tað avgerandi er, at vit eru við í einum altjóða átaki, sum verður fullført innan fyri karmarnar á heimildini hjá ST-trygdarráðnum, svaraði Lars Løkke Rasmussen.
Hann ásannaði, at heimildin hjá trygdarráðnum kann ikki veita vissu fyri, at sivilfólk ikki lata lív, men legði afturat, at sivil mál í Libya eru ikki álopsmál.