Starvsfólk hjá SpaceX hátíðarhalda væleydnaðu skrásetingina á virðisbrævamarknaðinum. Partabrævið hjá felagnum helt fram við at hækka mánadagin eftir sterku byrjanina fríggjadagin.  Mynd: Brendan McDermid/Reuters/Ritzau Scanpix

SpaceX hækkar í virði við rakettferð

Rúmdarfelagið hjá Elon Musk, SpaceX, heldur fram við at hækka eftir metstóra skráseting á virðisbrævamarknaðinum

Starvsfólk hjá SpaceX hátíðarhalda væleydnaðu skrásetingina á virðisbrævamarknaðinum. Partabrævið hjá felagnum helt fram við at hækka mánadagin eftir sterku byrjanina fríggjadagin.  Mynd: Brendan McDermid/Reuters/Ritzau Scanpix

Virðisbrøvini hjá rúmdarfelagnum SpaceX halda fram við at hækka eftir sera væleydnaðu skrásetingina á virðisbrævamarknaðinum í New York fríggjadagin.

Sambært MarketWire hækkaði partabrævið mánadagin við 8,2 prosentum stutt eftir, at marknaðurin lat upp. Kursurin fór upp á 174,25 dollarar.

Tá virðisbrøvini vórðu seld fyrstu ferð, var prísurin 135 dollarar fyri partabrævið. Longu fyrsta handilsdagin hækkaði virðið nærum 20 prosent.

Við skrásetingini ætlaði felagið at fáa til vega 75 milliardir dollarar, men endaði við umleið 85 milliardum dollarum.

Samlaða virðið á SpaceX verður nú mett at vera umleið 2.300 milliardir dollarar, svarandi til nærum 15.000 milliardir danskar krónur.

Elon Musk stovnaði SpaceX í 2002 og er framvegis stjóri í felagnum. Skrásetingin verður lýst sum tann størsta í søguni hjá virðisbrævamarknaðinum.

SpaceX er nú millum seks virðismestu fyritøkurnar í heiminum. Bert Nvidia, Apple, Microsoft, Amazon og Alphabet, sum eigur Google, eru størri.

Felagið er kent fyri sínar mongu rakettuppskjótingar og hevur í dag eitt tætt samstarv við amerikonsku rúmdarstovuna NASA. Ein stórur partur av inntøkunum kemur tó frá Starlink-skipanini, sum veitir internet umvegis túsundtals fylgisveinar í rúmdini.