Mynd: Tilvildarlig

Streymurin verður harður tað mesta av vikuni

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður harður tað mesta av vikuni, men veðrið verður hampiligt

Mynd: Tilvildarlig

Eitt frystilínuskip fiskar í íslendskum sjógvi, trý eru á Flemish Kap, og tvey eru ávegis yvir á Flemish Kap.

 

- Haraftrat fiska tvey frystilínuskip í føroyskum sjógvi.

 

Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Sagt verður, at ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fær mest av hýsu og nakað av toski. Teir koma inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni.

 

- Ein ísfiskabátur, sum fiskar í íslendskum sjógvi, landar í dag, verður lagt aftrat.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður harður tað mesta av vikuni, men veðrið verður hampiligt.

 

- So, vit rokna við, at nakað verður av útróðri, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

 

 

 

 

Mynd: Tilvildarlig