Fimm partrolarapør fiska upsa og annan hvítfisk, og flestu pørini koma inn at landa í vikuni.
Haraftrat fiskar eitt partrolarapar gulllaks.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein fer á Íslandsryggin og kemur inn at landa fyrst í aðru viku.
- Tveir djúpvatnstolarar fiska svartkalva, og báðir koma inn at landa hesa vikuna.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tveir av teimum smáu trolbátunum eru á landleiðini.
Teir fáa mest av flatfiski og toski.
- Ein trolbátur er á Íslandsrygginum, og allir teir smáu trolbátarnir koma inn at landa í vikuni, verður lagt aftrat.












