Fyri einari viku síðani fór besta KÍ liðið úr Gundadali við 3-0 sigri ímóti HB. Í dag vóru klaksvíkingar aftur gestir hjá HB. Hesa ferð vóru tað næstbestu liðini, sum dystaðust, og aftur í dag fóru gestirnir úr høvuðsstaðnum við fullari úrtøku.
KÍ vann 2-1, og tað var í næstsíðsta minutti, at sigursmálið varð skorað. Málskjútti var Steinbjørn Olsen.
HB legði seg framum við brotssparki, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra hálvleiki. Málskjútti var Aron Clementsen.
Seks minuttir eftir steðgin javnaði KÍ liðformaðurin Henry Heinesen við fínum skoti, og so var tað, at klaksvíkingar í næstsíðsta minutti skoraðu sigursmálið.
Á HB liðnum vóru tríggir spælarar, sum vóru á listanum hjá besta liðnum í sigrinum ímóti Víkingi í gjár – Heri Mohr, Aron Clementsen og Niklas Kruse.
Á KÍ liðnum vóru fimm spælarar, sum vóru á listanum hjá besta liðnum í Runavík í gjár – Kristian Joensen, Kristoffur Jakobsen, Steinbjørn Olsen, Hjalgrím Elttør og Jóhan Waag Høgnesen.
Hetta var fyrsti dysturin hjá HB. Útsetti dysturin á Skála verður mikukvøldið.
KÍ hevur nú verið tvær ferðir á útivølli. Í fyrra førinum endaði tað 2-2 í Runavík.