Seinastu árini hevur steypafinalan verið leikt á ovara vølli í Gundadali, men tað er nú søga. Eitt av høvðusstríðsmálinum hevur verið kostnaðurin, ið Tórshavnar Kommuna hevur kravt afturfyri at steypafinalan verður leikt á Ólavsøku. Tann kostnaður liggur á 100.000 kr. Hetta hevur FSF ikki vilja góðtikið og tá Klaksvíkar Kommuna so bjóðaði seg fram, tók FSF av tí møguleikanum heldur.
Semja er gjørd við fyrireikararnar av Summarfestivalinum um, at einki tónleikatiltak verður, meðan finalan verður leikt.
Eftir samráðingar við Klaksvíkar Kommunu mælti ein samd kappingarnevd til, at finalan verður leikt í Klaksvík á Summarfestivalinum.
Í gjór tók so starvsnevndin hjá FSF undir við tilmælinum.
Eftir eina roynd at spæla finaluna um Løgmanssteypið á Tórsvølli í nøkur ár, valdi FSF aftur at flyta hana á ovara í Gundadali. Eisini tíðspunktið á finaluni hevur skift, men í fjør var hon leit á Ólavsøku fyri einum fullsettum Gundadali.
Sostatt verður finalan um Løgmanssteypið leikt fríggjakvøldið 6. august klokkan 18.00 í Klaksvík.