Tað gerst alt meiri vanligt at síggja lýsingar í bløðunum, har søkt verður eftir stuðulsfólki til børn, ið hava serligan tørv. Talan er um tvey sløg av stuðli. Annað er stuðul til børn við sálarligum og likamligum breki. Hitt er stuðul til børn, hvørs trupulleikar stava frá sosialu umstøðum teirra. Og tað er hesi, vit tosa um í hesum førinum.
- Hesin bólkurin hevur verið støðugt vaksandi farnu árini, sigur Sjúrður Johannesen, sosialráðgevi í Tórshavnar kommunu.
Orsøkin til økingina í talinum á børnum, sum fáa stuðulshjálp, er kortini ikki, at børn í Føroyum eru verri fyri í dag enn tey hava verið í farnum tíðum.
- Vitanin innan økið er vaksandi. Foreldur, pedagogar og onnur, ið hava við børn at gera, duga betur at síggja í dag, um børn ikki støðast og hava trupulleikar. Dagstovnarnir tora betur at siga foreldrum frá, um barninum tørvar hjálp. Fyrr gjørdust hesir trupulleikarnir ikki eyðsýndir fyrr enn børnini vóru um skúlaaldur. Í dag verða tey fangað nógv fyrr, og tí síggja vit fleiri umsóknir um stuðulshjálp. Tey ungu, ið eru langt úti í kriminaliteti og misnýtslu, eru tey, vit royna at fanga og hjálpa í dag. Kriminaliteturin millum ung er minkaður, og tað skyldast fyri ein stóran part, at børn verða hjálpt fyrr, sigur Sjúrður Johannesen.
Skipað viðurskifti
Uppgávan hjá stuðlinum er at vera við til at mynda gerandisdagin hjá barninum og at hjálpa tí í menningini.
- Eru trupulleikar í heiminum, er uppgávan hjá stuðlinum at fáa nøkur viðurskifti í rætt lag í heiminum. Hevur barnið atferðartrupulleikar á stovninum, fer stuðulin á stovnin og fær í lag eitt samstarv millum stovn, foreldur og barn. Men stuðulin er fyrst og fremst bundin at barninum og tørvinum tað hevur, sigur Sjúrður Johannesen.
Stuðulsfólkaskipanin hjá Tórshavnar býráð, hvørs leiðari er Hanna Jacobsen, hevur ment seg nógv seinastu árini, bæði fakliga og á annan hátt.
- Fleiri útbúnir pedagogar eru í skipanini. Tað er ikki ein og hvør, sum hevur sálarliga orku til at vera stuðul. Tað kann verða hart, krevjandi og ógvuliga strævið.
- Fyrr høvdu stuðulsfólkini einki bakland at venda sær til við spurningum og vóru tí púra einsamøll í verðini. Í dag hava tey eitt skipað umhvørvi, har øll málini verða grundiga viðgjørd fakliga og á annan hátt. Ein pedagogur hevur ábyrgdina av einum bólki, ið hevur við hesi børnini at gera, og stuðlarnir fáa fakliga vegleiðing higani. Tí fáa børnini eina nógv betri hjálp umframt, at stuðlarnir eru tilvitaðir um, hvør uppgáva teirra er. Stuðulin veit, hvat viðkomandi skal gera og hvussu barnið skal hjálpast. Vísir tað seg tó, at stuðulin einki fær gjørt í heiminum, tí har ber ikki til at gera nakað, kann viðkomandi lætta um í gerandisdegnum hjá barninum við at stuðla tí. Men stuðulsfólkaskipanin leggur sum áður sagt stóran dent á gott samstarv við foreldrini, sigur Sjúrður Johannesen.
Royndirnar av stuðulsfólkaskipanini eru góðar.
- Stuðulin er ein hjálp til sjálvhjálp, tí tað eru fyrst og fremst foreldrini, ið skulu taka sær av børnunum. Vit síggja, at tað eru fleiri mál, sum eru endað við góðum úrsliti.
Fá tilboð
Tað eru ikki so nógvir aðrir møguleikar í Føroyum at hjálpa einum barni við atferðar- ella sosialum trupulleikum enn at veita tí stuðulshjálp. Stovnurin, Rókin, á Argjum hýsir fýra børnum við sosialum- og atferðartrupulleikum. Á Barnaheiminum eru eisini børn við slíkum trupulleikum. Eitt annað tilboð til hesi børn og familjur teirra er umlættingarfamiljur.
- Hetta verður brúkt oftari nú. Børn í familjum, ið eru hart spentar, standa í boði at vera hjá eini umlættingarfamilju umleið annað hvørt vikuskifti. Á tann hátt verða bæði barn og mamma ella pápi stuðlað.
Tað er ein long prosess frá tí ein ella annar ger vart við, at eitt barn tørvar hjálp, til tað fær stuðul. Slík mál byrja vanliga við, at ein pedagogur á eini dagstovnastovu saman við leiðaranum á stovninum og foreldrunum, søkja barnaverndina um stuðul. Neyvari kanningar kunnu verða gjørdar í málinum, men ofta er tað innlýsandi, at ein trupulleiki er. Tá ið málið er búgvið, fer tað til viðgerðar og støðutakan í barnaverndarnevndini. Har verður avgerð tikin um at heimila stuðulskipanini at kanna stuðulstørvin. Fólk frá skipanini kanna tá í eitt ávíst tíðarskeið, hvat skal gerast í málinum, hvussu langa tíð stuðulin skal vara, hvussu samstarvið við foreldrini skal leggjast til rættis og annað. Tá ið hesi viðurskifti eru greið, játtar barnaverndarnevndin stuðul til viðkomandi barn og sosiala nevnd góðkennir játtanina.