Sundalagið misti á stokkinum

1. DEILD: Tað endaði javnt, tá ið liðini hjá tveimum av hetjunum úr Landskrona í kvøld hittust í høvuðsstaðnum

Jens Martin Knudsen er venjari hjá FC Hoyvík, og Jan C. Dam er venjari hjá teimum næstbestu í EB/Streymi.

 

Í kvøld hevði EB/Streymur vitjan av FC Hoyvík, og tað endaði 3-3. Stigatalvan segði, at FC Hoyvík var lítil favorittur, men eftir dystarlok eru tað heimamenninir við Margáir, sum eru vónbrotnir. Inntil tað restaðu 20 minuttir var EB/Streymur frammanfyri 3-1, og FC Hoyvík javnaði til 3-3 í síðsta minutti.

 

Rói av Fløtum legði beinanvegin FC Hoyvík framum 1-0. Hetta var triði dysturin á rað, at Rói av Fløtum var málskjútti.

 

So var tað, at 17 ára gamli Hans Pauli a Bø fór at gera um seg. Hann átti uppleggið, tá ið Sámal í Skorini Jónsson í 12. minutti javnaði til 1-1. Hetta var fyrsta málið hjá Sámali í næstbestu deildini í ár. Og fimm minuttir undan steðginum skoraði Hans Pauli á Bø til 2-1. Tá átti Hannus Esmarsson Eiðisgarð uppleggið. Tá ið ein tími var farin, økti Hans Pauli á Bø um heimaleiðsluna til 3-1. Tá átti Virgar Jónsson uppleggið. Hans Pauli á Bø hevur skorað trý mál í næstbestu deildini í ár.

 

So var tað, at FC Hoyvík svaraði aftur. 20 minuttir undan leikloki minkaði Rói Jacobsen um munin til 3-2. Hetta var fyrsta málið hjá honum í ár. Í 90. minutti var tað Fróði Pæturson Rasmussen, sum javnaði til 3-3. Hetta var fjórða málið hjá honum í ár.

 

EB/Streymur er aftast við fimm stigum, og FC Hoyvík er á sjeynda plássi við 10 stigum.