(tilgjørd mynd)

Svikarin steðgaði tá svikið varð almannakunngjørt

Kanningardeildin hjá løgregluni arbeiðir víðari við málunum um snýt, sum komu undan kavi í gjár.

(tilgjørd mynd)

Tað vóru trý fólk, sum í gjár innan fyri ein tíma boðaðu løgregluni frá, at tey vóru vorðin uppringd í sambandi við royndir at snýta við kontum hjá teimum. Eftir at løgreglan ávaraði almenningin, steðgaðu fráboðanirnar.

 

– Vit vita ikki, um fleiri fólk eru kontaktað, men tey eru biðin um at boða okkum frá, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

 

Eingin av teimum, sum hava boðað frá, lat seg snýta.

 

Lesið eisini: Løgreglan ávarar: Svindlari ringir til eldri fólk

 

Ringt varð úr einum donskum telefonnummari, men løgreglan heldur, at talan helst er um eitt falskt nummar. Hetta er ein kendur háttur at snýta fólk, sum løgreglan eisini kennir úr Danmark.

 

Kanningardeildin arbeiðir nú víðari við málinum.

 

(tilgjørd mynd)