Summi tingfólk eru eftir øllum at døma meira undrandi enn onnur. Nú Løgtingið er farið í summarfrí og tingárið er komið at enda, ber til at gera upp, hvussu nógvar spurningar ymsu tingfólkini hava sett.
Talan er her um munnligar fyrispurningar, skrivligar fyrispurningar og teir serligu §52 spurningarnir.
Vanligt er, at andstøðan stendur fyri teimum allarflestu spurningunum, og er tann mest virkni tingmaðurin hetta árið Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi, sum gjøgnum tingárið setti 42 munnligar fyrispurningar, 9 skrivligar spurningar og 20 §52 spurningar, sum eru 71 tilsamans.
Á einum øðrum plássi kemur Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum, sum setti 38 spurningar gjøgnum árið, og á einum býttum 3.plássi vóru Høgni Hoydal og Bjørt Samuelsen, bæði úr Tjóðveldi.
Kári á Rógvi úr Sjálvstýrisflokkinum setti 29 spurningar tilsamans, og tað rakk til eitt 5.pláss.
Hinvegin hava samgongutingmenn ikki teir heilt stóru spurningarnar at seta sínum egnu landsstýrisfólkum.
Mest virkni samgongutingmaðurin var Óli Breckmann úr Fólkaflokkinum. Hann setti 12 spurningar gjøgnum tingárið, og er tað nógv meira enn nakar annar samgongutingmaður. Næstir honum vóru Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum og Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum, sum settu 8 spurningar hvør.
Sjey tingmenn vóru gjøgnum tingárið steinsikrir í sínari søk og høvdu ikki somikið sum ein spurning.
Teir vóru Anfinn Kallsberg, Jógvan á Lakjuni og Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum, Andrias Petersen úr Javnaðarflokkinum og Alred Olsen, Edmund Joensen og Marjus Dam úr Sambandsflokkinum.