Jákup Símun Simonsen, býráðslimur, fer at halda røðu við miðsummarbál í Sandagerði, tá Tórsfagnaður 2009 verður hildin í Havn leygardagin 20. juni 2009 Byrjað verður longu kl 9:00 við eini stillari løtu í kirkjum og samkomum í býnum og ein tíma seinni, frá kl 10:00 og fram til kl 15:00, verður ein rúgva av ókeypis uttandura tiltøkum fyri alla familjuna á Skálatrøð.
Umframt túnabólt og onnur spøl og aktivitetir verður ókeypis kaffi afturvið einum góðum stykki av hundrað metur langari køku, sum Mylnan hveur gjørt til Tórshavnar kommunu.
Dagurin endar við miðsummarbáli í Sandágerði.