Tað var ein generatorsteðgur undir seting, sum var orsøkin til, at norski línubáturin - Fay - tók sjógv inn og sakk á Norðkappbankanum í dag.
- Black-out á hjálpimotorinum førdi til, at vit mistu stýringina. Báturin byrjaði at leggja seg á liðina, og hann byrjaði at taka inn sjógv í setilúkuni. Vit royndu at lata lúkuna aftur, men høvdu ongan hydraulik orsakað av streymloysi.
Skiparin, Ken-Åke Grahn, sigur við Radio Nordkapp, at tá Fay fekk black-out, var báturin bara liggjandi og tók sjógv inn.
##med2##
- Eg var ikki í iva um, at alt fór at ganga væl, tá øll manningin var í stýrhúsinum, og allir vóru í yvirlivilsisdraktum. Tað var bara at fara í bjargingarbátarnar, tí vit vistu, at bjargingin var á veg, sigur skiparin.
Hann vísir á, at tá bjargingartyrlan kom á staðið, tók hon tveir og tveir menn upp í senn.
- Stýrimaðurin og eg vóru teir seinastu. Tyrlan fleyg okkum inn til Honningsvåg. Vit hava allir fingið hvør sítt kamar á Scandik, og ítróttarhandilin læt upp, soleiðis at vit kundu keypa klæðir.
Skiparin, Ken-Åke Grahn, leggur aftrat, at hann hevur fingið eina nýggja telefon, og allir hava ringt heim til síni kæru. Um veðrið verður til vildar, sleppur manningin heim við flogfari í morgin, leggur hann aftrat.
##med3##