Tað er minst í Norðoyggjum og størst í Vágum og í Suðuroynni

Hesa seinastu tíðina hevur staðið í stað, men støðan í teimum ymsu økjunum er broytt eitt sindur

Í november var arbeiðsloysið í Føroyum 1,4 prosent. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. At arbeiðsloysið er 1,4 prosent, merkir at 405 fólk eru arbeiðsleys. Hagstovan sigur samstundis, at hesar seinastu mánaðirnar hevur gongdin verið tann, sum heild stendur arbeiðsloysið í stað. Men verður samanborið við november í 2019, er talan um eina hækking, tí tá var arbeiðsloysið 0,9 prosent.

Men uppgerðin vísir eisini, at munurin á kynunum er minkaður nakað, tí í november var arbeiðsloysið hjá monnum, 1,2 prosent og hjá kvinnum var tað 1,5 prosent hjá kvinnum.

Í November  2019 var arbeiðsloysið 0,8 prosent hjá monnum og eitt prosent hjá kvinnum, men fyri nøkrum árum síðani, var tað vanligt, at tað var eitt, ella tvey prosent á muni kynunum, har arbeiðsloysið hjá monnum var væl lægri enn tað var hjá kvinnum.

Tað er eisini hent ein ávís broyting ímillum tey ymsu økini í landinum. Í november var arbeiðsloysið hægst í Vágum og í Suðuroy, har tað var 2,3 prosent. Arbeiðsloysið var lægst í Norðoyggjum, har tað var 0,8 prosent.

##med2##

 

Annars hevur arbeiðsloysið verið nógv størst í Suðuroy, men hesa seinastu tíðina er tað munandi minkað. Hinvegin hevur arbeiðsloysið verið lágt í Vágum, men har er tað vaksið nokk so fitt í fjør Tað er uttan iva ein avleiðing av koronu, tí í hesum sambandi er nógv fólk søgd úr starvi, bæði á flogvøllinum, og hjá Atlantsflogi.