- Veðurgudarnir lova nakrar dropar í dag, men skjótt vóru nakrir góðir stuðlar og leigaðu okkum eitt tjald, og nakrir aðrir vóru og settu tjaldið upp.
Soleiðis siga tey, ið skipa fyri Sandoyar Hálvmarathon, sum verður á Sandi í dag, og her verður lagt aftrat:
- So, nú kunnu BUBU, Nósi, Bjarki, DJ Haraldsen og B71-sølubúðin verða undir taki. Alt hetta undirhaldið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Fyrireikararnir leggja aftrat, at í samband við tiltakið í dag, verður vegurin stongdur, soleiðis sum viðhefta kort niðanfyri vísir.
Vegurin verður stongdur við avkoyring frá Sandoyartunlinum og til eystanbygdirnar, eftir avkoyringina á brúnni - frá klokkan 13 til 17.
- Tað eru bara neyðsynjarakfør, sum eru undantikin stongslinum, siga tey, sum skipa fyri Sandoyar Hálvmaraton á Sandi í dag.
##med2##
##med3##













