Skúlabókavørðir eru dagliga í sambandi við børn, sum lesa og læna bøkur; teir síggja, hvat ávirkar lesihugin, og hvat skal til fyri at eggja til lesihug. Vit hava spurt skúlabókavørðir í Eysturskúlanum í Havn, Skúlanum á Argjahamri, Fuglafjarðar skúla, Skúlanum á Giljanesi, á Skúlatrøð umframt bókavørð á Barnabókasavninum í Havn.
Hetta skrivar Skúlablaðið á síni heimasíðu.
Samanborið við fyri nøkrum árum síðan, læna tey, sum ganga í yngstu flokkunum, fleiri bøkur á skúlabókasavninum í dag, meðan tað er øvut millum elstu næmingarnar. Tað sigur Hanna Mikkelsen, skúlabókavørður í Eysturskúlanum í Havn.
Í Skúlanum á Argjahamri er støðan nøkulunda tann sama sum í Eysturskúlanum. Elin Olsen er skúlabókavørður á Argjahamri.
- Yngstu næmingarnir lesa nógv krabbabøkur, myndabøkur og lættar yrkisbøkur, serliga um djór og fótbólt. Yngstu næmingarnir lesa nógv mest, miðdeildin lesur nakað, og næmingarnir í framhaldsdeildini so at siga einki, tó eru nakrir fáir einstakir lesarar.
Á bókasavninum í Fuglafjarðar skúla síggja tey mun á lesivanunum nú samanborið við fyri nøkrum árum síðan. Jastrid á Dalbø og Eyðgerð Abrahamsen eru skúlabókavørðir í Fuglafjarðar skúla.
- Børnini lesa einamest krabbabøkur og skjóttlisnar bøkur nú samanborið við 10 árum síðan. Børnini lesa pappírsbøkur og ikki so nógv talgildan tekst uttan at tað er í sambandi við onkra skúlauppgávu ella verkætlan. Vanin er, at tey tíma væl at vitja skúlabókasavnið í fríkorterunum, sita í frið og lesa og læna bók heimvið.
Í Skúlanum á Giljanesi verða børn vanliga send á bókasavnið í tímunum at finna sær onkran lesnað, og tað riggar. Tað sigur Oddmar Ravnsfjall, skúlabókavørður.
Lesivanarnir hanga saman við teimum umstøðunum, vit geva næmingunum at lesa, heldur Paulina Andreasen, fyrrverandi skúlabókavørður á Skúlatrøð í Klaksvík.
Hetta skrivar Skúlablaðið millum annað í longri grein á heimasíðu síni.