Útflytarar stóran týdning fyri fiskaprísin

- Vit hava brúk fyri at hava feskfiskaútflytarar, sum kunnu vera við til at halda fiskaprísunum á sama støði, sum eitt nú í Skotlandi, sigur formaðurin í Felagnum Línuskipum, Jóhannus Olsen

Fiskivinna

 

Tað er eingin ivi millum reiðarar, fiskimen og fiskaseljarar annars, at vit í Føroyum hava virkir og keyparar, sum leggja sína orku í at útflyta feskan heilan fisk.

- Jú, tað er so heilt vist, at vit hava brúk fyri hesum útflytarum. Tey eru við til at halda fiskaprísunum uppi og eru við til at gera, at vit fáa ein prís, sum á leið svarar til marknaðarprísin um okkara leiðir.

Tað sigur Jóhannus Olsen, formaður í Felagnum Línuskipum, sum sjálvur eisini er útgerðarmaður hjá fleiri línuskipum.

Hann leggur aftrat, at ikki minst, nú virkir, sum keyptu og virkaðu hýsu, eru stongd, er serliga umráðandi, at vit hava hesi virkir og fiskaútflytarar.

- Virkið í Miðvági, Kósin og Norðís, sum øll keyptu hýsu, eru nú stongd, og tí er avmarkað, hvørjir keyparar eru í Føroyum til hýsuna.

 

Fer at batna

Jóhannus vísir á, at línuskipini hava ikki fingið so nógva hýsu enn, men hann væntar, at hýsufiskiskapurin fer at batna, sum tíðin gongur.

- Teir gomlu søgdu, at tá tað fór at hvítna niður eftir fjøllunum, fóru skip og bátar eisini at fáa meira hýsu, og í løtuni vísir tað seg, at fiskiskapurin batnar. Vit hava góðar vónir um, at hýsufiskiskapurin fer at kvinka rætta vegin, leggur hann aftrat.

Formaðurin í Felagnum línuskipum vísir á, at vit í Føroyum hava fleiri týdningarmiklar fiskaútflytarar. Talan er feløg, sum keypa fiskin og selja hann víðari, og talan er eisini um feløg, sum selja fisk fyri skip og bátar.

- Hetta eru eitt nú Valhalla og Rainbow Seafood, men vit hava eisini fleiri aðrar, sum vit meta hava stóran týdning fyri prísin – fyri ikki at gloyma Fofish í Saltangará, sigur Jóhannus Olsen, reiðari og skipaeigari.