Thor byggir aftur nýtt

Partafelagið Thor skal hava ein nýbygning afturat frá skipasmiðjuni á Skála. Thor í Hósvík og Tórshavnar Skipasmiðja hava skrivað undir sáttmála um eitt veitingarskip av sami slagi sum tað, sum í løtuni stendur í gerð á skipasmiðjuni á Skála.

Dánjal Andreasen, sum er leiðari á skipasmiðjni, sigur við Útvarpið, at arbeiðið upp á tað nýggja skipið byrjar, so skjótt tað fer at líða við tí fyrra.

Nýggja skipið verður umleið fimm prosent dýrari at byggja enn tað fyrra, og skipasmiðjan skal hava fólk úr Pólandi til arbeiðið.

Tað fyrra skipið verður liðugt á Skála í oktober í ár og skal síðani til Hirtshals, har tað skal sandblásast og málast. Tað seinna verður eftir ætlanini latið eigarunum 14. september næsta ár.