Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
Hann sigur eisini, at í sama tíðarskeiði loysti Brimil bara fimm ferður frá bryggju í sambandi við sleip og annað líknandi og hann var sostatt ongantíð á eftirlitsferð undir Føroyum.
Kári P. Højgaard, tingmaður hevur fregnast eftir um okkara fiskiveiðieftirlit er á nøktandi støði.
Sjálvt um annað skipið liggur við bryggju, er tað altíð tókt, skuldi brúk verðið fyri tí til leiting og bjarging.
Nógvir tinglimir halda, at hetta er langt undir alt lágmark og teir undraðust á, at ætlanin er at byggja nýtt havrannsóknarskip, tá ið vit ikki hava ráð at hava vaktarskipini siglandi.
- Upplýsingarnir frá landsstýrismanninum avdúka, at vit hava rætt og slætt onki eftirlit úti á grunnunum, sigur Kári P. Højgaard.
Heini O. Heinesen spurdi um vit vóru aftur í somu støðu í dag, sum í kreppuni í nítiárunum, tá ið veiðitjóvar ikki máttu takast, tí tað var synd.
Sjálvur heldur landsstýrismaðurin, at vit hava tað eftirlit, Løgtingið er sinnað at gjalda fyri.
Men annars er eftirlit á landið, har avreiðingar verða kannaðar og somuleiðis verður fylgt við skipum umvegis fylgisvein.
Hann helt, at situr Heini O. Heinesen við upplýsingum um, at okkurt er, sum ikki tolir dagsins ljós, skal hann koma fram við teimum ístaðin fyri at illgita, tí so verða tiltøk sett í verk.
Hann viðgongur, at eftirlitið er avmarkað, tí játtanin røkkur ikki til, men hann heldur, at tað kortini er forsvarligt.
- Hinvegin er bjargingartænastan nøktandi, tí skipini eru altíð tøk til leiting og bjarging.