- Ætlaði at gerast skipsførari, men gjørdist førari á einum koyristóli?

Soleiðis greiðir sandavágingurin, Jákup Thomassen, frá. Hann luttekur í undirvísingini, sum í januar og februar fer fram á Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Saman við løgregluni, ambulansutænastuni og koyrilærarum, ger RFF nógv burtur úr at kunna ungdómin um ferðslu og ferðsluvandar, nú hesi um eini 2-3 ár sjálvi fáa koyrikort

Ferðslukunning

Undirvísingin byrjaði, 19. januar, tá ið ungdómar úr Nólsoyar skúla og Eysturskúlanum í Havn vitjaðu á Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
- At 9. flokkur er valdur sum málbólkur fyri undirvísingini, kemst av, at hetta er seinasta høvið at hitta ein heilan árgang á máli í senn í fólkaskúlanum. Longu í 10. flokki byrja næmingarnir so smátt at fara í hvør sína ætt. Haraftrat kemur, at næmingar í 9. flokki kunnu taka koyrikortið um eini 2-3 ár. Tí er er upplýsing um ferðsluvandar millum ung sera viðkomandi fyri júst henda aldursbólk.
Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum ger nógv burtur úr hesum tiltaki, sigur, at skeiðini fevna um allar næmingar, sum eru føddir í 1988.

At skilja?

- Endamálið við skeiðunum er at fáa næmingin at skilja, hvussu nær vandanum hann í veruleikanum er ? og at tað ikki bara eru "hini", sum kunnu koma álvarsliga til skaða í ferðsluni.
Við frágreiðingum, filmum og myndum verður roynt at lýsa, hvussu gangast kann, tá ið ringast vil til.
- Á skeiðunum royna vit at seta avleiðingarnar av ferðsluvanlukkum í brennidepilin, nevniliga tað dýrabara og óskadda í mun til tað brotna og syndraða ? ella: Hitt ljósa og vónríka unga sinnið í mun til tað døkka og vónbrotna.
Ráðið fyri Ferðslutrygd sigur, at endamálið er at geva næmingunum eina sterka uppliving, sum setir seg í mergin.
- Á henda hátt vóna vit at kunna ávirka hugburðin hjá ungdóminum hin "rætta" vegin.
Seinastur av skúlaflokkunum í røðini at verða kunnaðir um
ferðsluvandarnar, eru næmingarnir á Felagsskúlanum á Oyrarbakka, sum møta, 24. februar.
Undirvísingin fer fram í hølunum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd Yviri við Strond í Havn, og RFF skipar fyri og rindar flutningin hjá næmingunum, fram og aftur.

Ein lagna?

Ein vanligur skeiðdagur á RFF byrjar klokkan 9.30 og er liðugur góðar 5 tímar seinni.
Í hesum tíðarbili greiða eitt nú RFF, koyrilærarar og ambulansutænastan frá ferðslu og ferðsluvandum.
Sandavágingurin, Jákup Thomassen, sum í 1988 varð raktur av syndarligari ferðsluvanlukku í Miðvági, greiðir frá, hvussu hansara vónir at gerast skipsførarar brustu.
- Eg var sjómaður, og ætlaði mær at gerast skipsførari, men eg gjørdist í staðin koyristólsførari.
Ein hjartamemandi frágreiðing um bjartar vónir hjá einum 18 ára gomlum, sum síðan vanlukkuna hevur sitið í koyristóli.
Evnið, sum Jákup tosar um, er rúsdrekka og ferðsla.
Allir næmingarnir, sum eru á skeiði hjá RFF, fáa ein faldara heim við sær við mynd av flokkinum á forsíðuni.
9.a í Runavíkar kommunuskúla luttók hósdagin, 29. januar, á hesum skeiði og komu tey glað og ríkari heimaftur.
Í faldaranum er eisini eitt spurnarblað, sum fevnir um 10 spurningar til foreldrini. Eitt nú verður spurt: Heldur tú, at tú hevur verið ein góð fyrimynd í ferðsluni fyri børn tíni. Ein annar áhugaverdur spurningur snýr seg um prutl: Er tað í lagi at geva teimum ungu skutara ella prutl, áðrenn tey eru 16 ár?
- Tá ið næmingarnir hava fingið foreldrini at svara hesum spurningum, hava ungdómar og foreldur ivaleyst verið ígjøgnum eitt áhugavert prát ? og tá er okkara mál í veruleikanum rokkið.
Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir tó næmingunum til at senda
svarini til stovnin ? og gera teir tað, eru teir samstundis við í einum lutakasti um at vinna fimm gávukort frá SMS, sum hvørt er vert 1000 krónur.