Tórshavn Marathon fyri 13. ferð

265 rennarar, harav knapt 100 útlendingar, fara at taka lut í Tórshavn marathon leygardagin.

Leygarmorgunin 13. juni verður Tórshavn Marathon, fyri trettandu ferð. Rutan er tann sama, sum í fjør, soleiðis at startur og mál eru á Vaglinum.

 

Ein broyting er í ár, í mun til undanfarin ár, tí í samstarvi við ein bólk í Krabbameinsfelagnum, hava gongufólk eisini møguleikan at ganga eitt ½ marathon. Teinurin er eitt sindur øðrvísi, við tað at tey ikki skulu ganga eitt umfar í Havnini, men fara beinleiðis móti Sundi eftir Hvítanesvegnum, tá tey hava gingið Yviri við Strond. Undirtøkan higartil hevur verið nógv betri, enn vit tordu at hugsa um. Og við at hava gongufólk á rutuni, skapar tað eisini eitt sindur av lívi í, tí tað kann verða eitt sindur einsligt at renna eftir Kaldbaksvegnum.

 

Ongantíð áður hava so nógvir útlendskir rennarir meldað til hálvt og heilt marathon. Um 80 rennarar úr 20 ymiskum londum, og Bragdið, ið skipar fyri Tórshavn Marathon, ivast ikki í, at arbeiðið tey hava gjørt við at hava faldarar við til marathon runt í verðini og harafturat við at brúka Facebook, hevur givið útlendsku rennarunum frænir av Tórshavn og Føroyum.  Føroyingar hava so sanniliga eisini meldað til og í skrivandi løtu, standa yvir265 á listanum, harav fleiri enn 60 erugongufólk, flest kvinnur.

 

- Sera gott samstarv hevur verið við Tórshavnar Kommunu, Politiið, Landsverk og aðrar mynduleikar, og vit vóna, at Tórshavn Marathon fer at verða ein góð uppliving, bæði fyri føroyingar og eisini fyri útlendingarnar, sum koma til Havnar at renna, skrivar Bragdið í tíðindaskrivi.

 

Leygarmorgunin kl. 9.00 fer renningin í gongd, og samstundis fara øll til gongu. Ferðslan verður avmarkað í nakrar tímar og nógv vaktarfólk verða úti áøkinum.

- Vit gleða okkum at síggja so nógvar áskoðarar sum møguligt, tí allur stuðul er kærkomin, siga fyriskipararnir.