Átti eitt barn

Horst Bubeck, sum var fangavørður í Stammheim-fongslinum í Týsklandi í sjeytiárunum, skrivar í einari nýgjari bók, at yvirgangsmaðurin Andreas Baader átti eitt barn saman við einum av verjum sínum. Andreas Baader var ein av høvuðsmonnunum í yvirgangsfelagsskapinum Roote Armé Fraktion.

Í bókini skrivar Horst Bubeck, at Andreas Baader og ein kvinna, sum var verji hansara, høvdu javnan kynsliga samveru í klivanum í Stammheim eitt skifti í 1976 og 1977,og at kvinnan átti eitt barn nakrar fáar vikur, eftir at Andreas Baader doyði í oktober í 1977. Sambært bókini var Horst Bubeck ikki tann einasti fangavørðurin, sum visti, hvat hendi inni í klivanum.

Andreas Baader tók lívið av sær í Stammheim-fongslinum í Stuttgart í oktober í 1977. Saman við Jan-Carl Raspe, Gudrun Ensslin og Ulriku Meinhof stovnaði hann yvirgangsfelagsskapin Roote Armé Fraktion, sum hevði ábyrgdina av fleiri burturflytingum og morðum í Vesturtýsklandi.