Stuðulin til Ukraina hevur verið stórur í amerikanska Kongressinum síðani russisku innrásina í 2022, men fleiri republikanarar eru síðani vorðnir meira varnir. Mynd: Handout/Ritzau Scanpix

Umboðsmannatingið samtykkir stuðul til Ukraina

Umboðsmannatingið í USA samtykti í nátt eitt lógaruppskot, sum skal veita Ukraina nýggjan stuðul og samstundis herða tiltøkini móti Russlandi.

Stuðulin til Ukraina hevur verið stórur í amerikanska Kongressinum síðani russisku innrásina í 2022, men fleiri republikanarar eru síðani vorðnir meira varnir. Mynd: Handout/Ritzau Scanpix

226 tingfólk atkvøddu fyri uppskotinum, meðan 195 atkvøddu ímóti. Sambært Reuters atkvøddu 18 republikanarar saman við demokratunum, hóast leiðslan í Republikanska flokkinum og forsetin, Donald Trump, hava verið ímóti.

 

Lógaruppskotið, sum hevur ligið í fleiri mánaðir, skal veita meira enn eina milliard dollarar til trygd og enduruppbygging í Ukraina. Harumframt skal Ukraina fáa møguleika at taka eitt lán upp á átta milliardir dollarar.

 

Reuters metir, at atkvøðugreiðslan vísir, at fleiri republikanarar eru sinnaðir at ganga ímóti floksleiðsluni í málinum um Ukraina.

 

Kortini er framtíðin hjá uppskotinum óviss. Tað skal eisini samtykkjast í Senatinum, har republikanski meirilutin higartil hevur forðað fyri atkvøðugreiðslum um nýggj revsitiltøk móti Russlandi.

 

Verður uppskotið samtykt í Senatinum, verður væntandi, at Donald Trump fer at leggja veto ímóti tí.

 

Stuðulin til Ukraina hevur verið eitt stríðsmál í amerikonskum politikki, síðani Russland leyp á landið í 2022. Eftir at Trump aftur tók við forsetaembætinum í januar 2025, eru fleiri republikanarar vorðnir meira varnir við stuðlinum til Ukraina.

 

Kelda: Ritzau/Reuters/AP.

 

Stuðulin til Ukraina hevur verið stórur í amerikanska Kongressinum síðani russisku innrásina í 2022, men fleiri republikanarar eru síðani vorðnir meira varnir. Mynd: Handout/Ritzau Scanpix