Venesuelanski andstøðupolitikarin, Juan Pablo Guanipa, er rændur í venesuelanska høvuðsstaðnum, Caracas.
Tað sigur andstøðuleiðarin, Maria Corina Machado, í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.
Har stendur, at tungvápnaðir menn í sivilum klæðum rændu hann. Sambært Machado komu teir koyrandi í fýra akførum og tóku Juan Pablo Guanipa við valdi.
Sambært andstøðuleiðaranum fór ræningin fram í Los Chorros-økinum.
- Vit krevja, at hann verður leyslatin beinanvegin, skrivar hon.
Sonur Guanipa boðar eisini frá ræningini.
Í einum videobroti, sum er deilt á sosialu miðlunum, sigur Ramon Guanipa, sambært tíðindastovuni Reuters, at hendingin fór fram stutt fyri midnátt lokala tíð. Hann lýsir tað sum eitt slysálop, har pápi hansara varð rændur av tíggju tungvápnaðum, ókendum monnum.
Sunnudagin boðaði familjan hjá Juan Pablo Guanipa frá í eini fráboðan sambært Reuters, at hann er leyslatin eftir meira enn átta mánaðir í fongsli.
Hann varð handtikin í mai í fjør, tí hann sambært innanríkisráðharranum í Venezuela hevði verið á odda fyri einum "yvirgangsnetverki".
Sambært tíðindastovuni AFP hevði hann liva í tí fjalda, áðrenn hann varð handtikin, og seinast hann varð sæddur alment var í januar 2025, tá hann fylgdi Machado til eina mótmælisgongu móti Nicolas Maduro, forseta.
Guanipa hevur áður sitið í tjóðartinginum og er tættur samstarvsfelagi við Maria Corinu Machado, sum fekk friðarheiðursløn Nobels í fjør.
Tann 61 ára gamli Juan Pablo Guanipa varð leyslatin ein mánað eftir, at myndugleikarnir í landinum fóru undir at lata politiskar fangar leysar úr fongslunum í landinum.
Hetta hendi eftir at Jorge Rodriguez, forseti í tjóðartinginum í Venezuela, boðaði frá, at hann fór at lata ”eitt munandi tal” av fangum leysar sum friðarbending mótvegis USA, sum tók Maduro fyrst í januar.
Sambært AFP hava mannarættindafelagsskapir mett, at tað framvegis eru umleið 700 fólk fongslað og bíða eftir at sleppa leys.
Venezuelanska stjórnin hevur ikki svarað áheitan um viðmerkingar til fráboðanir um ræningina av Juan Pablo Guanipa.
/Ritzau/











