Tað gongur væl hjá bæði Noreg og Danmark í EM-endaspælinum í kvinnuhondbólti, sum er í Svøríki í hesum døgum.
Í kvøld vann Noreg ein knúsandi 34-16 (15-9) sigur á Kroatia í D. Fyrradagin vann Noreg 23-21 á Rumenia í sama bólki, og er Noreg á odda í bólki D við fýra stigum. Rumenia og Russland hava tvey stig hvør. Kroatia liggur aftast við ongum stigi.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj Noru Mørk hjá Noregi skora eitt framúr vakurt mál ímóti Kroatia.
Danmark vann í dag 23-19 (12-10) á Ungarn. Fyrradagin vann Danmark 22-21 á Montenegro í bólki C. Danmark er á odda við fýra stigum. Montenegro og Kekkia hava tvey stig. Ungarn er aftast við ongum stigi.
Noreg og Danmark eru sostatt bæði víðari til millumspælið, har liðini koma at møtast. Tí trý tey ovastu liðini í bólki C og bólki D verða paraði til millumspælið.