16. august spæla Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Hellas Verona fyrsta kappingardystin hetta kappingarárið. Talan er um dyst í innleiðandi umfarinum í Coppa Italia (steypakappingini) móti Entella. 22. august byrjar kappingin í næstbestu italsku fótbóltsdeildini, Seriu B.
Í farnu viku var Andrias við í tveimum venjingardystum hjá Hellas Verona.
Mikudagin vann Hellas Verona 2-1 á Virtus Verona, og leygardagin vann Hellas Verona 1-0 á Dolomiti Bellunesi.
Í dystinum móti Virtus Verona var Andrias bara á vøllinum í fyrra hálvleiki.
HER eru hæddarpunktini frá venjingardystunum hjá Hellas Verona móti Virtus Verona og Dolomiti Bellunesi:
##med2##
##med3##











