15 pláss í Vesturstovu fyri 6 milj. krónur

- Vit hava projekterað at kalla alt sjálvir, sum kommunan hevur sett í verk , eitt nú havnaútbyggingar, tunlar, barnagarð og brandstøð, sigur Leif Petersen, sum saman við Pæturi Joensen starvast á teknisku deild hjá Fuglafjarða kommunu.

Eldrarøkt
Hósdagin skipaði Fuglafjarða kommuna fyri móttøku í samband við, at kjallarin í Vesturstovu, sum er eldrasambýlið í bygdini, er liðugur og tikin í nýtslu.
Væl av fólki vitjaði inni á gólvinum hendan dagin og sóu snotuliga verkið, ið kommunan sjálv hevur bygt og goldið úr einum enda í hin.
Í ítrivsrúminum í kjallaranum varð borðreitt við alskyns pinnamati, og har vórðu fleiri røður hildnar.
Millum teirra, sum høvdu orðið, var borgarstjórin í Fuglafirði, Sigurd Simonsen, Jóhan Heri Joensen, formaður í mentanarnevndini, Dánjal Vang, formaður í teknisku nevnd, Ása Hanusson, økisleiðari og Páll á Reynatúgvi, landsstýrismaður.

6 milj. krónur
Vesturstova, sum annars varð tikin í nýtslu, 29. juni í 1999, stendur í dag í sløkum 6 milj. krónum, og tá eru nakrir snøklar eftir at gera uttan. Allar rokningarnar eru goldnar úr kommunukassanum, og í Fuglafirði vænta tey, at samlaði kostnaðurin av byggingini verður 6 milj. krónur.
Í mun til onnur sambýli og røktarheim kring landið, er íløgan hjá Fuglafjarða kommunu ógvuliga rímilig, tí vanliga verður roknað við, at eitt røktarheimspláss liggur um eina milj. krónur ? í summ førum tvær.
Tá ið Røktar-og ellisheimið í Runavík varð bygt á sinni, lá kostnaðurin um 1 milj. krónur fyri hvørt búfólk. Úr Sandoynni hevur ljóðað, at har er kostnaðurin einar 2 milj. fyri hvørt búfólk.
Men hvussu ber tað so til, at fuglfirðingar hava bygt sína snotuligu Vesturstovu fyri minni enn 1/2 milj. fyri hvørt búfólk?
Tað er ein góður spurningur.
Kanska er munurin tann, at Vesturstova er eitt verk, sum kommunan eigur burtur av.

Leif teknaði
Tekniska deild hjá Fuglafjarða kommunu, sum er mannað við verkfrøðinginum, Pæturi Joensen og byggifrøðinginum, Leif Petersen, hevur projekterað, teknað og havt eftirlitið við allari byggingini.
- Vit hava faktiskt gjørt alt sjálvir her á deildini, sigur Leif Petersen, ið er maðurin, sum hevur teknað Vesturstovu, húsið og innrættingina.
Hann vísir á, at projekteringin byrjaði í 1997, og byggingin byrjaði árið eftir.
- Tað var soleiðis, at tá ið kreppan í handverkaravinnuni tók seg upp, hevði kommunan fleiri handverkarar í arbeiði. Kommunan hevði valið ímillum at lata hesar byggja eldrasambýlið ella at siga menninar úr starvi. Tískil varð sambýlið bygt við fólki hjá kommununi burtur av.
Leif heldur, at hetta var ein góð loysn.
- Einir fýra mans vóru burtur av við í byggingini, og formaður á staðnum var Sveinbjørn á Horni, sum eisini var í starvi hjá kommununi.
Tað vóru Sofus Jacobsen og Jóannes Thomsen, sum stóðu fyri ávikavist vvs og el-innleggingini.

Kjallarin
Kjallarin í Vesturstovu, sum nú er innrættaður og tikin í nýtslu, er stívliga 300 fermetrar stórur. Har eru trý dupult kømur, ítrivsstova, stova, goymslurúm og tvey baðirúm. Frammanundan var bara fýrrúm í niðaru hæddini.
Alt arbeiði í kjallaranum er gjørt av lokalum handverkarum. Tað er Knút Larsen og seinni, sonurin Jóhan Larsen, sum hevur havt ábyrgdina av timburarbeiðinum.
Hita og sanitet og elarbeiði hava ávikavist Kári Johannesen og aftur Jóannes Thomsen staðið fyri.
Fuglafjarða kommuna hevur sjálv sett hølini í stand , men gólváleggingin er hesaferð komin úr Havnini.
- Gólváleggingin er tað einasta, sum ikki er gjørt av fólki um okkara leiðir, sigur Leif.
Á samkomuni kom fram, at eldri fólk, sum ikki hava so góðar umstøður heima til bað, eru vælkomin í Vesturstovu at fáa sær brúsubað í kjallaranum. Somuleiðis eru tey farin at gera døgurðar, sum heimahjálpir kunnu heinta og lata teimum, tey vitja.
Lyft er sett upp millum ovaru og niðaru hæddirnar, og ventilatiónsskipan er sett upp um alt húsið.
Eitt av búfólkunum í Vesturstovu, er Jákup Oluf Jacobsen, sum er gamal byggimeistari. Hann býr á sambýlinum saman við konu síni.
Hóast hann er føddur í 1917, hevur hann verið so óførur at plantað í lítla havan, sum er omanfyri húsið. Hetta er sera vakurt, og Jákup Oluf syrgir sjálvur fyri, at havin er snøggur og verður hildin viðlíka.

Fór - og kom
Leif Petersen, sum er teknarin aftanfyri Vesturstovu, varð sagdur úr starvi hjá Fuglafjarða kommunu í kreppuárunum. Í fýra ár arbeiddi hann fyri seg sjálvan ? við hamara, sum hann sjálvur tekur til. Leif byrjaði annars at arbeiða hjá kommununi longu í 1984.
- Kreppuárini vóru ein torfør tíð hjá okkum handverkarum, men eg megnaði at hóra undan her heima, sigur hann.
Eftir at hava verið í sjálvstøðugari vinnu í fýra ár, sendi kommunan aftur boð eftir honum, og síðan hevur hann arbeitt á teknisku deild.
Tað áhugaverda er, at tekniska deild hjá Fuglafjarða kommunu, har Pætur Joensen er leiðari, sjálv hevur staðið fyri at kalla øllum tí, sum gjørt er í kommununi í fleiri ár.
- Vit hava projekterað at kalla alt sjálvir, sum kommunan hevur sett í verk , eitt nú havnaútbyggingar, tunlar, barnagarð og brandstøð, sigur Leif Petersen.
Venda vit at enda aftur til Vesturstovu, hava búfólkini har rættiliga gott útsýni úr vindeygunum omaneftir. Tey síggja útyvir vánna og beint niður yvir barnagarðin og fótbóltsvøllin.
Fuglafjarða kommuna hevur valt ikki at krógva tey gomlu, sum hava slitist fyri seg, burtur úr nærumhvørvinum.