Tað merkir, at Fólkatingið nú skal viðgera uppskotið, sum Dansk Folkeparti stendur aftanfyri.
Uppskotið fekk stóran ans undir fólkatingsvalstríðnum í mars, eftir at prísirnir á brennievni eru nógv hækkaðir orsakað av kríggi og ófriði í Miðeystri.
Formaðurin í Dansk Folkeparti, Morten Messerschmidt, og onnur úr flokkinum hava seinastu vikurnar ført átak á sosialum miðlum fyri at fáa nóg nógvar undirskriftir.
Í uppskotinum verður sagt, at brennievni er ein neyðsynjarvøra hjá mongum dønum og ikki ein luksusvøra.
Mælt verður til at lækka avgjøldini á bensini og diesel niður á minstamarkið hjá ES. Samstundis skal mvg lækkast úr 25 prosentum niður í 15 prosent.
Fleiri flokkar hava áður skotið upp at lækka brennievnisprísirnar, men enn er eingin nýggj donsk stjórn skipað, sum kann taka støðu til uppskotið.
Fleiri borgarauppskot enda tó uttan ítøkiliga lóggávu, hóast tey verða viðgjørd í Fólkatinginum.
Fleiri onnur lond, eitt nú vit í Føroyum, hava lækka prísin á bensin og diesel við at lækka avgjøld eitt tíðarskeið. Í Føroyum er mvg tikið av bensin og diesel í tríggjar mánaðir.










