Á almennum fundi hin 21. mai 2026 samtykti býráðið fyri Nes kommunu ársroknskapin fyri 2025.
- Staðfest varð, at samlaðu inntøkurnar fyri 2025 vóru sera góðar. Skattainntøkan hjá kommununi í 2025 - eftir frádrátt av rentum og rentustuðli - var 98,5 milliónir, sum er 13,5 milliónir meira enn í 2024.
Í Nes kommunu vísa tey á, at á fíggjarætlanini fyri 2025 varð roknað við eini nettoskattainntøku á 85,1 milliónir. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2025 13,4 milliónir hægri enn avsett í fíggjarætlanini.
- Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2025 vóru 75,5 milliónir, sum 2,5 millónir hægri enn í 2024. Í játtanini fyri 2025 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu á 78,8 milliónir.
Sostatt gjørdust samlaðu útreiðslurnar í 2025 væl minni enn mett í fíggjarætlanini.
- Rakstraravlopið fyri íløgur var 23,0 milliónir mótvegis 12,0 milliónum í 2024. Í fíggjarætlanini var roknað við einum avlopi fyri íløgur á 6,3 milliónir. Rakstraravlopið fyri íløgur varð sostatt 16,7 milliónir betri enn mett í fíggjarætlanini.
Samlaðu íløgurnar hjá Nes kommunu í 2025 vóru 22,8 milliónir krónur netto.
- Í fíggjarætlanini og eykajáttanum varð roknað við nettoíløgum á 34,5 milliónir. Íløgurnar í 2025 vóru sostatt 11,7 mió. kr. lægri enn játtað. Størsti parturin av íløgunum, sum ikki vóru brúktar í 2025, verða fluttar til 2026.
Samanlagt vísti roknskapurin hjá Nes kommunu eitt avlop á 240 tkr. í árinum samanborið við eitt avlop á 3,3 milliónir í 2024.
##med2##
Nettoskuldin hjá Nes kommunu við ársenda 2025 var 32,6 milliónir samanborið við 32,9 milliónir við ársenda 2024.
- Kommunur hava ikki loyvi at hava størri nettoskuld enn eina álíkning, sum er árliga inntøkan av kommunuskatti (roknað við 23 % í kommunuskattaprosenti), eftirlønarskatti og ávísum flytingum frá landinum.
Lagt verður aftrat, at skuldarmarkið hjá Nes kommunu var við ársenda 2025 var á 105 milliónir. Nettoskuldin hjá kommununi við ársenda 2025 var tískil 31,1 % av skuldarmarkinum.











