Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Storhamar eru nú ein sigur frá at vinna norska meistaraheitið.
Storhamar spældi í kvøld 1. meistaraskapsfinaluna á útivølli móti Sola.
Dysturin endaði við 31-29 sigri til Storhamar. Í steðginum var Storhamar á odda við einum máli, 15-14. Pernille var noterað fyri eitt mál.
Komandi hósdag klokkan 17.15 verður 2. meistaraskapsfinalan leikt í OBOS-høllini í Hamar. Tá kann Storhamar við einum sigri frammanfyri egnari áskoðarafjøld tryggja sær norska meistaraheitið, og sostatt greipuna hetta kappingarárið.
Vinnur Sola verður triðja og avgerandi meistaraskapsfinalan á heimavøllinum hjá Sola nakrar dagar seinni.










