Í samband við NATO-uttanríkisráðharrafund í Helsingborg luttóku Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, í dag á fundi saman við arktisku sameindu uttanríkisráðharrunum úr USA, Kanada, Noregi, Íslandi, Svøríki, Danmark, Grønlandi og Finnlandi.
Á fundinum vórðu trygdar- og verjupolitiskar NATO-raðfestingar á norðurleiðum umrøddar. Landsstýrismaðurin vísti á, at Føroyar miðvíst virka fyri og taka lut í átøkum, sum stuðla undir raðfestingum hjá NATO um okkara leiðir. Millum annað varð víst á økta talið av kavbáta- og flotavitjanum, styrkt radaraeftirlit og luttøku í felags venjingum.
Lesið eisini: Bárður á Steig Nielsen á veg á fund við Marco Rubio
Londini vóru samd um eina felags yvirlýsing, sum leggur dent á týdningin at raðfesta trygd og verju í mun til norðurleiðirnar miðvíst í NATO-høpi og í sínámillum samstarvi.
##med2##











