Lars Løkke Rasmussen eftir stjórnarsamráðingar á Hotel Scandic Spectrum í Keypmannahavn týsdagin. Borgarligir flokkar leggja nú trýst á Moderatarnar undan avgerandini fundinum í dag klokkan 15:30. (Savnsmynd)

Borgarlig í Danmark leggja trýst á Løkke áðrenn lagnufund

Fleiri borgarligir flokkar leggja nú trýst á Moderatarnar undan avgerandi fundinum millum Løkke og Troels klokkan 15:30

Lars Løkke Rasmussen eftir stjórnarsamráðingar á Hotel Scandic Spectrum í Keypmannahavn týsdagin. Borgarligir flokkar leggja nú trýst á Moderatarnar undan avgerandini fundinum í dag klokkan 15:30. (Savnsmynd)

Moderatarnir skulu seinnapartin hitta Venstre og boða frá, um flokkurin vil stuðla einari borgarligari stjórn móti at fáa nógv av sínum egna politikki ígjøgnum.

Formaðurin í Liberal Alliance, Alex Vanopslagh, sigur, at Moderatarnir nú mugu vísa, at flokkurin “snýr seg um nakað og ikki nakran”. (Orðaspæl, sum Lars Løkke Rasmussen er kendur fyri at brúka, red.)

– Nú er tíðin komin til at vísa, at Moderatar snúgva seg um nakað – og ikki nakran, skrivar hann á sosialum miðlum.

Eisini Danmarksdemokratarnir vilja hava Lars Løkke Rasmussen at stuðla einari borgarligari stjórn.

– Við tí borgarliga upprunanum, hann hevur, eigur hann sjálvandi at velja borgarliga blokkin, sigur flokksforkvinnan Inger Støjberg við DR.

Lars Løkke Rasmussen hevur áður sagt, at Moderatarnir helst vilja í stjórn, men hann hevur eisini kallað uppskotið um at stuðla einari VLAK-stjórn fyri eina “royndarballón, sum ikki kann flúgva”.

Tað er framvegis ógreitt, um partarnir kunnu semjast, ella um Lars Løkke Rasmussen fer at peika á ein nýggjan samráðingarleiðara.