Enn kennur býurin sviðan av niðurgongdini. Í Fuglafirði liggur verksmiðjan "Havsbrún", sum tíbetur
hevur koyrt, og er eitt av best riknu virkjum á Føroya landi. Verksmiðjan man óivað verða tað arbeiðspláss her á landi, sum hevurgivið besta íkastið til føroyska búskapin, og er heldur ikki sum nógvar stórfyritøkur sanerað í høvd og reyv, fyri síðani at hóra víðari móti næstu sanering. Fuglafjørður hevur verið nevndur háborgin hjá tjóðveldismonnum, men tá
ið sjálvur formaðurin í flokkinum í Sosialinum 28. juli soleiðis "Drýtur í egið reiður" so gevur hettar óivað tjóðveldisfólki, og øðrum, í Fuglafirði nakað at hugsa um, og eg kann sum býráðlimur ikki lata hettar
fara óátalað aftur við borðinum.
Kortanei til at taka fiskiskapin eftir ídnaðarfiski undir Føroyum uppaftur. So greiður er Heini O Heinesen. Hann vísir á, atídnaðarskipini góvust at fiska grundað ringari samvitsku, tí ov nógvur hýsu og upsamurtur var í veiðuni. Nú veit eg ikki, hvussu nógv Heini O. Heinesen hevur tosað við teir ið veruliga fiskaðu ídnaðarfisk, men sagtverður frá skilamonnum innan hesa vinnu, at veiðan kundi verið stýrd, um viljin var til staðar. Serliga tær síðstu lastirnar, hjá ávísum bátum, vóru fiskaðar har ein og hvør visti at ov nógvur murtur varð í veiðuni, men einki varð gjørt fyri at steðga hesum. Stongdar leiðir ávísa tíð er
ein av møguleikunum. Av tí at ongar reguleringar fungeraðu, so bleiv úrslitið, at fiskiskapurin eftir ídnaðarfiski varð totalbannaður undir Føroyum.
Heini hevur eisini loysnina, hann loysir Gordiska knútin. At fiska tey 30.000 tonsini undir Føroyum, sum fiskifrøðingarnir ráða til, kann ikki koma uppá tal. Húkamenn siga hettar er skaðiligt fyri fiskastovnin undir Føroyum, men hann heldur, at vit eiga stóra kvotu í ES sjógvi, sum vit
kunnu fiska. Eftir hesum úttalilsi, má hugburðurin í Tjóðveldisflokkinum helst verða: Vit skulu verja okkara, men vertin liggur á, hvussu vit ræna frá øðrum.
Vit eru bert ein av nógvum tjóðum, sum í nógv harrans ár tilsamans hava
fingið tillutaði fleiri hundrað túsund tons av ídnaðarfiski árliga úrNorðsjónum. Hví hesin stóri fiskiskapur í Norðsjónum ikki ger skaða, meðan tað sindri vit sum einsamøll tjóð kundu fiska her um okkara leiðir, skal gera so stóran skaða, er mær ein gáta. Tað kann ikki verða annað enn at húkasyndromið hevur skúgvað allan sunnan hugsunarhátt út á eitt síðusporð.
Heini sigur víðari; "Vit kunnu ikki takað veiðuna uppaftur fyri at fóðra
verksmiðjuna í Fuglafirði. Tað finst eisini ein heimur uttanfyri Fuglafjørð". Eisini skjýtur hann í skógvarnar hjá Havsbrún:, at teir hava fingið í so góðar sømdir frá tí almenna". At Havsbrún er eitt tað best riknað virkið í landinum, og kanska tað ið leggur mest eftir seg í Føroyska búskapinum, kemur Heina ikki til hugs. Húkasyndromið hevur gjørt Heina blindan.
Eina skortfleingju fær Fuglafjørður afturat frá Heina í greinini, og tað
er, at Fuglafjørður er einasta havn sum fingið hevur játtan á fíggjarlógini til havnabygging, hettar skilji eg eisini, sum um hann heldur tað verað ov nógv. Politikarar hava tosað nógv um pelagiska vinnu á Føroya landi. Teir hava verið ógvuliga positivir fyri tí, at gagnnýta
tað ríkidømi sum svimur kring oyggjar okkara, men tá talan er um íløgur
í hesa nýggju vinnu er hugflog teirra enn í Pinkulingalandi. Í okkara grannalondum verður ikki hugsað um 3 mill í stuðul til slíka stórvinnu, men heldur 30 mill.
Um Heini veruliga meinar nakað við tí, at vit her á landi skulu lívbjarga okkum sjálvum, so átti hann, at latið ídnaðarbátarnar fiska meira á okkara leiðum,heldur enn bert at sogið danskan ES-sjógv. At lagt framm uppskot um eina enn størri havnaíløga til ein pelagiskan miðdepil, hevði eisini sømt seg einum veriligum sjálvbjargnismanni.
Jóhan Heri Joensen