Hervør í barns­burð­ar­far­loyvi – Erling á ting

Erling Eidesgaard verður nú aftur at síggja í Løgtinginum

Her eru tær báðar, Hervør og dóttirin, á fyrsta tingbólkafundi í nýggja tingárinum. – Soleiðis fara fundirnir hjá Tjóðveldi óivað at síggja út frameftir, og tað er so gleðiligt, skrivar Tjóðveldi Mynd: facebook.com/tjodveldi

Tann 4. august átti løgtingskvinnan hjá Tjóðveldi, Hervør Pálsdóttir, eina dóttur. Í morgun boðar Tjóðveldi frá á Facebook, at Hervør Pálsdóttir, sum eisini er næstforkvinna í Tjóðveldi og forkvinna floksins á tingi, fer í barnsburðarfarloyvi.

Flokkurin skrivar eisini, at Hervør Pálsdóttir er fyrsta kvinnan í 17 ár, sum er vorðin mamma. meðan hon er løgtingskvinna. Tann síðsta var Annita á Fríðriksmørk, eisini úr Tjóðveldi, sum í 2008 fór í barnsburðarfarloyvi á triðja sinni. 

– Tískil er tað sera sjáldsamt, at løgtingsfólk skulu taka støðu til, um tey ynskja at fara í barnsburðarfarloyvi. Men tað hevur Hervør valt.

– Hetta at gerast mamma er tað størsta, sum eg havi upplivað, sigur Hervør Pálsdóttir og leggur afturat, at hon nú fer at njóta dagarnar saman við dótturini, sum bert er 3 vikur gomul. 

– Eg fylgi væl við arbeiðinum í flokkinum, men fari nokk at fylgja við tingviðgerðini í sjónvarpinum, um ikki á áskoðaraplássunum í tingsalinum, sigur hon smílandi spurd um komandi farloyvistíðina, skrivar Tjóðveldi á Facebook.

Flokkurin skrivar víðari, at komandi dagarnar fer Hervør fyrst og fremst at hugsavna seg um tilveruna sum mamma, og hesum stuðla tey henni sjálvandi í. Tað er stórt at gerast foreldur, um ikki gleðiligasta tíðin í lívinum, skriva tey.

Hervør hevur boðað Løgtinginum frá, at hon fer í barnsburðarfarloyvi tann 28 august.

Hon hevur sambært Tjóðveldi ikki tikið støðu til, hvussu langt barnsburðarfarloyvið verður. 

Sambært heimasíðuni hjá barsil.fo, so hevur ein mamma lógartryggjaðan rætt til at fara í barsilsfarloyvi við barsilspeningi, frá tí at 4 vikur eru eftir til mettan barnsburð. Við læknaváttan hevur kvinnan eisini rætt til at fara í barsilsfarloyvi upp í 13 vikur áðrenn mettan barnsburð, men fært tó ikki barsilspening í meira enn 8 vikur áðrenn. 

Eftir barnsburð hava foreldur lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá barninum í til samans 52 vikur. Tey hava rætt til barsilspening í 52 av hesum vikum. Harav eru 4 til pápan ella sammóðurina, 14 til mammuna, og 34 eru til býtis.

Í vikunum, sum eru til býtis, og sum bert kunna nýtast aftan á viku 14 eftir barnsburð, kann bert eitt foreldur fáa barsilspening í senn, sæst á heimasíðni hjá Barsilsskipanini.

Tjóðveldi skrivar víðari, at Hervør er tingbólkaforkvinna og næstforkvinna í Tjóðveldi og hevur tí eisini aðrar uppgávur at røkja, tá tingarbeiðið ikki fyllir og Løgtingið ikki er saman. 

– Tú sum fylgdi væl við á ólavsøku og eftir ólavsøku varnaðist kanska, at Hervør var til arbeiðis heilt fram til hon átti hesa fittu gentuna.

– Tjóðveldi ynskir lítlu familjuni, Hervør og Magnari, hjartaliga til lukku við dótturini og alt tað besta í nýggju tilveruni við familjulívi og politikki, skrivar Tjóðveldi á Facebook í morgun.

 

Fyrsta varafólk hjá Tjóðveldi er Erling Eidesgaard, sum misti varatingtingsessin, tá Tjóðveldi valdi at seta Johan Christiansen í landsstýrissessin hjá Høgna Hoyda. Johan Christiansen var nummar 17 á listanum, meðan Erling Eidesgaard var nummar 9.

 

Her eru tær báðar, Hervør og dóttirin, á fyrsta tingbólkafundi í nýggja tingárinum. – Soleiðis fara fundirnir hjá Tjóðveldi óivað at síggja út frameftir, og tað er so gleðiligt, skrivar Tjóðveldi Mynd: facebook.com/tjodveldi