Hótta við at tveita norsk skip úr russiskum sjógvi

So er spurningurin, um russar fara at gera tað sama móti Føroyum, sum teir nú hótta við at gera móti Noregi

 

Russiska tíðindastovan Tass skrivar, at russar nú hótta við at tveita norsk skip úr russiskum øki í Barentshavinum.

 

Russar hótta eisini við at áseta sínar egnu kvotur "í samsvari við síni tjóðar áhugamál" - í Barentshavinum og Norskahavinum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur almennu russisku tíðindastovuna, Tass, fyri hesar útsagnir.

 

Russland hevur sett Noreg eina freist upp á ein mánað at broyta avgerðina um at steingja tvey russisk reiðarí úti úr norskum sjógvi.

Tað var Fiskeribladet, sum fyrst bar hesa søgu.

 

Hin 7. juli gjørdist greitt, at norska stjórnin fór at steingja russisku reiðaríini, Norebo JSC og Murman Seafood, úti úr norskum sjógvi.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, hevur skotið upp at svartalista tvey russisk reiðarí.

 

Hetta eru júst somu feløg, sum eru umrødd í hesum greinastubba, reiðaríini Norebo JSC og Murman Seafood.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Alvur Haraldsen tók myndina í Ánunum herfyri. Hetta er eitt av skipunum hjá umrøddu feløgum