Spania hevði bóltin nógv og skapti fleiri stórar málmøguleikar, men fekk ikki bóltin framvið 40 ára gamla málverjanum Vozinha, sum hevði ein framúr dyst og var stóra hetjan hjá Kap Verde.
Ferran Torres rakti tvørtræið í fyrra hálvleiki, og bæði hann og aðrir spanskir áleyparar noyddust ferð eftir ferð at ásanna, at Vozinha stóð í vegin.
Spanski venjarin, Luis de la Fuente, setti eisini stjørnuskotið Lamine Yamal á vøllin í seinna hálvleiki í roynd at fáa hol á, men heldur ikki tað hjálpti.
Kap Verde hevði enntá møguleika at stjala sigurin í evstu løtu, tá Diney Borges fekk ein góðan stútara eftir hornaspark, men spanski málverjin Unai Simón bjargaði á strikuni.
Úrslitið merkir, at HM-debutantarnir úr Kap Verde hava fingið sítt fyrsta stig nakrantíð í einum HM-endaspæli, meðan Spania fekk eina vónbrotna byrjan upp á kappingina.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.
Í hinum dystinum í bólkinum spæla Uruguay og Saudiarabia seinni í kvøld.












