Landsstýrsformaður: Donsk umbering kom ov seint í spiralmáli

Danska forsætisráðfrúan og grønlendski landsstýrisformaður bóðu í dag um umbering fyri spiralmálið.

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, skrivar í einum uppslagi á Facebook, at ein umbering frá almenna Danmark er komin ov seint. - Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Tað er bæði ov seint og ov vánaligt, at almenna Danmark ikki fyrr enn í dag bað um umbering í sokallaða spiralmálinum.

Tað sigur grønlendski forsætisráðharrin, Jens-Frederik Nielsen, í einum uppslagi á Facebook.

- Tað var tíð uppá eina umbering frá almenna Danmark. Tað hevur valdað tøgn um ofrini fyri spiralmálinum alt ov leingi. Tað er harmiligt, at ein umbering ikki kemur fyrr enn nú - tað er ov seint og ov ringt, skrivar hann.

Mette Frederiksen forsætisráðfrú bað í dag grønlendsku kvinnurnar og ungu genturnar um umbering, sum vóru fyri systematiskum mismuni í spiral-málinum, meðan Danmark hevði ábyrgdina av heilsuverkinum í Grønlandi fram til 1992.

Samstundis hevur Jens-Frederik Nielsen biðið um umbering fyri málini, sum snúgva seg um tíðarskeiðið eftir, at Grønland yvirtók ábyrgdina av heilsuverkinum í Grønlandi.

Grønland fekk ábyrgdina av heilsuøkinum frá 1992.

Ein óheft kanning av spiral-málinum verður væntandi almannakunngjørd í september. Tað er útsett fleiri ferðir.

Grønlendska  landsstýrið samstarvar við danska statin um eina søguliga kanning fyri tíðarskeiðið 1960 til 1991 og hevur sjálvt tikið stig til eina kanning fyri tíðarskeiðið eftir 1992, sum væntandi eisini verður í september.

Í fjør játtaði grønlendska landsstýrið 4,5 milliónir krónur til endurgjald fyri mál eftir 1992.

Grønlendska stjórnin hevur áður greitt frá, at talan er um eina upphædd, sum er grundað á eina meting, sum er roknað út frá eini fortreyt "um at rokna við 15 málum og eini mettari endurgjaldsupphædd uppá 300.000 krónur fyri hvørt mál".

Talið á fólki og upphæddin kann tí broytast. Tað verður gjørt eftir kanningini. Tað segði grønlendska landsstýrið í tíðindaskrivi í desember í fjør.

Harumframt er eitt endurgjaldsmál í gongd móti danska statinum.

Í fjør stevndu 143 kvinnur, sum óviljað fingu spril uppsettan, Danmark fyri brot á mannarættindi. Kvinnurnar kravdu endurgjald upp á tilsamans 43 milliónir krónur.

Danska og grønlendska stjórnin fara í felag at markera umberingina í Grønlandi. Hetta verður, tá kanningin er liðug.

 

/Ritzau/

 

 

 

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, skrivar í einum uppslagi á Facebook, at ein umbering frá almenna Danmark er komin ov seint. - Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix