Andstøðan vil nú hava Løgtingið at samtykkja, at Jóannes Eidesgaard ikki skal fáa pengar til eina nýggja úthurð til Fíggjarmálaráðið Sum Sosialurin hetta vikuskiftið skrivar, hevur Landsstýrismaðurin søkt Løgtingið um 900.000 krónur til eina nýggja ?karrusel-hurð? til Fíggjarmálaráðið.
Løgtingið samtykti tað hósdagin, men tað skal til viðgerðar einaferð afturat fyri at verða endaliga avgreitt.
Men umboð fyri andstøðuna halda, at hetta er óboðið.
Tey siga, at Jóannes Eidesgaard hevur ført fram, at tað er neyðugt at gera grundleggjandi broytingar av høvuðsinngongdini til Fíggjarmálaráðið.
- Tað er sera ábært við høvuðsinngongdina til Fíggjarmálaráðið, og er tí neyðugt við nýggjari hurðaskipan. Broytingin hevur eisini sum endamál at økja um trygdina, soleiðis at tað verður gjørligt at stýra atgongdini til húsið, so einhvør ikki ótarnaður kann koma inn í húsið.
- Føroyar hava mikið annað at brúka almenna fæið til í hesum døgum, enn eina nýggja úthurð til fíggjarmálaráðharran fyri slaka millión krónur. Tí skjóta tey fimm løgtingsfólkini, Tórbjørn Jacobsen, Annita á Fríðriksmørk, Kári á Rógvi, Karsten Hansen og Bill Justinussen upp at strika játtanina.