Trump er vónsvikin av nøkrum Nato-londum

- Tú hevur lond sum Spania, sum sýta okkum at brúka sínar støðir. Hví eru tey so við í Nato? Tað er ein ógvuliga rímiligur spurningur, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin

 

- Amerikanski forsetin, Donald Trup, er "óvuliga vónsvikin" av nøkrum Nato-limalondum um vantandi samstarv í krígnum móti Iran.

 

Tað sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio.

 

- Tú hevur lond sum Spania, sum sýta okkum at brúka sínar støðir. Hví eru tey so við í Nato? Tað er ein ógvuliga rímiligur spurningur, segði uttanríkisráðharrin við tíðindafólki í  Miami, áðrenn hann fór til Nato-fund í Svøríki í dag.

 

Amerikanski forsetin hevur funnist at Nato fyri ikki at hjálpa meira til í amerikanska og ísraelska krígnum móti Iran.

 

Donald Trump hevur eitt nú sett spurnartekin við, um USA hevur skyldur til at yvirhalda sínámillum verjuskyldurnar í Nato.

 

Hetta skrivar norska kringvarpið - NRK - í morgun.