Ung í Dansi í Skúgvi

Vikuskiftið 26.- 28. septembur 2025 verður skipað fyri tiltakinum Ung í Dansi í Skúgvoy

Ung í aldrinum 12 til 30 ár hittast at dansa føroyskan dans saman. Hetta er afturvendandi tiltak, ið Ung í Dansi, ungdómsfelagið hjá Sláið Ring, skipar fyri á hvørjum ári.

 

Í ár verður legan hildin í Skúgvoy, har vit møtast til eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og hugna. Tað verður massar av stuttleika og gaman, sum tað plagar. Vit fara onkran túr og eisini kemur onkur at fortelja eitt sindur um bygdina og um eitthvørt viðvíkjandi føroyskum dansi.

 

Aðalfundur hjá Ung í Dansi verður leygarkvøldið 27. septembur og felagið skipar eisini fyri almennum føroyskum dansi í Skúgvoy seinni hetta leygarkvøldið, har øll eru hjartaliga vælkomin.