Ber tað til at fáa harðari kapping ímillum Effo og Magn um prísin olju?
Tað er spurningurin, Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, nú vil hava Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, at greiða frá.
Kappingareftirlitið er komið til ta niðurstøðu, at tey bæði oljufeløgini taka sær nógv størri vinning nú, enn tey gjørdu fyri nøkrum árum síðani.
Tey bæði oljufeløgini hava víst úrslitinum aftur og hava yvirhøvur sátt iva um kanningina, tí tey siga, at hon er illa undirbygd.
Tí vil Kristianna Winther Poulsen fyri tað fyrsta hava Poul Michelsen at greiða frá, um hann yvirhøvur hevur álit á kanningini.
Síðani spyr hon landsstýrismannin, hvat hann heldur kann gerast fyri at fáa harðari kapping ímillum oljufløgini.
Kappingareftirlitið heldur, at ein máti at fáa harðari kapping, er at slóða fyri at fleiri oljufeløg koma á marknaðin.
Og Kristianna Winther Poulsen spyr nú, hvat Poul Michelsen heldur um hugskotið at skapa karmar fyri, at nýggj feløg koma á marknaðin?
- Brúkarin hevur staðfest, at tað als ikki ger nakran mun, um diesel ella bensin verða keypt frá Magn ella Effo, tí prísirnir eru akkurát teir somu hjá báðum feløgunum, staðfestir Kristianna Winther Poulsen.
Hinvegin vísir hon eisini á, at í Danmark, og øðrum londum, kunnu fleiri oyru vera á muni á prísinum á olju og bensini