Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin

Skipið hevur pláss fyri umleið 1.100 gestum og 500 starvsfólkum

Um vikuskiftið kemur fyrsta cruise-skipið í ár til Klaksvíkar.

 

- Talan er um Renaissance, sum er eitt ferðafólkaskip hjá Ambassador Cruise Line.

 

Í Klaksvíkar kommunu vita tey at siga, at Renaissance er bygt í 1993 og er 219 metrar langt.

 

- Pláss er umborð fyri umleið 1.100 gestum og 500 starvsfólkum.

 

Lagt verður aftrat, at Renaissance fer at liggja í Ánunum sunnudagin frá klokkan 12-23.