Afganskar gentur kunnu giftast av, tá tær eru komnar í pubertetin sambært nýggjari lóg, sum Taliban-stjórnin hevur samtykt. Sambært sunnimuslimskari læru er hetta frá níggju ára aldri. (Savnsmynd). - Mynd: Atif Aryan/Ritzau Scanpix

Taliban loyvir monn­um at gift­ast við gent­um nið­ur í níggju ár

Taliban-stýrið í Afghanistan hevur samtykt eina nýggja lóg, sum í verki loyvir monnum at giftast við gentum heilt niður í níggju ára aldur.

Afganskar gentur kunnu giftast av, tá tær eru komnar í pubertetin sambært nýggjari lóg, sum Taliban-stjórnin hevur samtykt. Sambært sunnimuslimskari læru er hetta frá níggju ára aldri. (Savnsmynd). - Mynd: Atif Aryan/Ritzau Scanpix

Tað skrivar bretska blaðið The Times.

Sambært nýggju lógini verður tøgn frá einari moyggj, sum er komin í kynsbúning, tulkað sum samtykki til hjúnalag.

Frammanundan skuldu gentur vera í minsta lagi 16 ár fyri at kunna giftast, hóast undantøk kundu gevast við loyvi frá pápa ella dómara.

Nýggja lógin byggir á sunnimuslimska læru, sum sigur, at gentur kunnu metast kynsbúnar frá níggju ára aldri.

Horia Mosadiq, sum arbeiðir við kanningum av mannarættindabrotum, kallar lógina “eitt nýtt stig av ræðuleika” móti kvinnum í Afghanistan.

Taliban tók valdið aftur í Afghanistan í 2021, eftir at amerikanskar herdeildir fóru úr landinum. Síðani hevur rørslan hert nógv um avmarkingarnar hjá kvinnum og gentum.

Kvinnur hava millum annað fingið forboð móti hægri skúlagongd, arbeiði í fleiri geirum og at ferðast frítt á almennum støðum.

Sambært The Times ger nýggja lógin tað eisini nærum ógjørligt hjá giftum kvinnum at verða sundurskildar uttan samtykki frá manninum.