Í eina tíð hava eini hús í Vági spakuliga fingið nýtt snið, og nú er nærum komið á mál. Og tað verður ein hársniðgevi, ið kemur at húsast í húsunum við høvuðsvegin í Vági Móttøka verður í dag, mikudagin [...] tá ið Salong Eyðbjørg letur upp salong í Vági í hølum, ið eru sum nýggj. Salong Eyðbjørg í Hvalba hevur nú nøkur ár á baki, og nú møguleiki var at lata upp í Vági, er hetta gjørt. - Vit hava nógvar kundar [...] kundar úr allari oynni, og tá ið vit nú kunnu flyta inn í eina nýggja salong, og við nýútbúnum hárfríðkarum, so var hetta ein sjálvsagdur partur. Vit hava lagt okkum eftir at hava eina nútíðar salong, við
barnatiltak í Vági. Tá vitja Meyla og vinir í Suðuroynni við stórum tiltaki, ið er fyri børn í øllum aldri. Meyla og vinir hennara eru landskend fyri sangirnar frá fløguni Lort í Býin, og nú fáa børn í Suðuroynni [...] Tiltakið verður í høllini í Vági leygardagin klokkan 15. Men umframt ber eisini til at tekna seg til dansiskeið, so ein dugir dansirnar, tá konsertin fer í gongd. Dansiskeiðið er fyri børn í 1. til 3. flokki [...] fyri børn í 4. flokki og eldri frá klokkan 13 til 14. Tilmelding til dansiskeið fer fram á telefon 253474. Forsølan av atgongumerkjum til stóra barnatiltakið fer fram á Shell og Statoil í Vági og í Handlinum
Altjóða talvkappingin í Vági er av, og eins og í fjør varð vinnarin úr Føroyum. Í ár varð telvað í Vági, og kappingin er sostatt vorðin ein fastur táttur á Jóansøku. Útlendsku telvararnir lótu sera væl [...] væl at umstøðunum, og veðrið var flestu dagarnar tíbetur eisini við teimum í Vági.
Vágur er vertur fyri í ár 7. til 10. juli, skrivar Vágs kommuna á síni heimasíðu. Sum ein partur av festivalinum, so verður eisini skipa fyri, at føroyska regattain verður í Vági í hesum døgum, so at tað [...] Í summar verður skipað fyri einum forkunnigum tiltaki í Vági, tá bátar og skip úr øllum norðurlondum seta kós móti býnum. Talan er um norðurlendsku strandamentanarstevnan Nordisk Kystkultur Festival 2016 [...] tað verður ein blandingur av føroyskum og norðurlendskum skipum og bátum í Vági hesar dagarnar. Harumframt fara norðurlendsku gestirnir at hava framsýningarbásar, fyrilestrar o.a. á stevnuni.
Í skjótt 50 ár hava skótarnir í Vági skipað fyri flaggdagshaldi í Vági. Tey fyrstu árini varð haldið fyriskipað á Fløtuni Fríðu, men eftir at tann nỳggi minnisvarðin varð vígdur, hevur haldið verið við [...] við minnisvarðan miðskeiðis í Vágsbygd. Leygardagin 25.apríl kl 17.00 skipar Skótaliðið Royndin í Vági fyri flaggdagshaldi við Minnisvarðan. Skótar og úlvar ganga skrúðgongu frá skótahúsinum oman til mi [...] flytir fram røðu. Sangarar frá Ljómi luttaka við sangi og felagssangi, og aftan á verða øll boðin út í Framtíðina til ein drekkamunn. Mynd: Eileen Sandá
Í kvøld, føstulávintsmánakvøld, verður grýludansur í Vági. Í mong ár hevur hetta verið siðvenja, tó at okkurt ár er dottið burtur ímillum seinnu árini. Men enn verður roynt at halda lív í hesi siðvenjuni [...] vð at hava grýludans í Vági føstulávintsmánakvøld. Vanlia verður vakrasta grýla kosin, og møguliga onkur onnur eisini, og soleiðis verður eisini í kvøld, boða fyrireikararnir Í VB frá. Eisini sleppa [...] grýluklødd bíligari innar, enn tey, ið ikki hava latið seg í grýluklæði. Tað verður Hjalmar Magnussen band, ið fer á pall í Vági í kvøld.
veitari av graslíki í Europa, siga tey í Føroya Møblasølu, sum standa fyri arbeiðnum i Vági. Fyrr í ár stóð Føroya Møblasøla eisini fyri at legga graslíki á stóru Marghøllina í Vági, nú verður so hildið [...] leggja nýtt graslíki á vøllin vesturi á Eiðinum í Vági. Arbeiðið hevur gingið væl, og roknað verður við, at tað verður liðugt, og vøllurin handaður Vágs kommunu í næstu viku. - Hetta graslíki er sera framkomið [...] hildið fram vesturi á Eiðinum í somu kommunu.
Skótaliðið Royndin í Vági skipar aftur í ár fyri flaggdagshaldi við Minnisvarðan. Í ár verður tað løgmaður, Jóannes Eidesgaard, ið heldur røðuna. Haldið verður flaggdagin klokkan 15:00. Royndin hevur í mong ár skipað [...] flaggdagshaldinum í Vági og sum vanligt er, so verður eisini Kirkjukórið Ljómur við og setur dám á løtuna. Skótaliðið hevur navn eftir Royndini Fríðu, sum Nólsoyar Páll bygdi á Fløtuni Fríðu í Vági. 200 ár eru [...] síðani hesa hending og tí verður gjørt burturúr. Eftir flaggdagshaldið bjóða skótarnir kaffi og køkur í Skótahúsinum.
verður tiltakið Open by night í Vági. Hetta at hava opið á nátt, ella seint á kvølldi, er alt vanligari at síggja á størru plássunum. Fríggjakvøldið hava handlarnir í Vági opið til klokkan 22 og teir hava [...] bjóða viðskiftafólkunum. Eisini eru ymisk tiltøk í býnum. Skótaliðið royndin hevur sølubúð við kaffi, kakao og pyslum við Statoilstøðina miðskeiðis í býnum og í Stóra Pakkhúsið verður eisini skipað fyri ymsum [...] ymsum tiltøkum.Eisini fer Kirkjukórið Ljómur at syngja í býnum. Tað er Kunningarstovan í Vági, ið samskipar tiltakið.
sunnudagin verður hetta tiltak á skrá í Vági. Tiltakið byrjar kl. 13.00 við Frelsunarherin í Vági, og heldur so fram gjøgnum bygdina, til Bethel, Meinigheitshúsið og endað verður í parkini við Sandin. Á skránni [...] Sunnudagin 16. apríl skipa sunnudagsskúlarnir í Vági fyri felagstiltaki. Tað hevur í eina tíð verið samskift um møguleikan fyri at vísa á týdningin av sunnudagsskúlaarbeiðinum, og eisini samstarvi millum