Føroyar taptu í dag 27-26 ímóti Slovakia.
Eftir sera keðiliga byrjan var støðan 7-2 til Slovakia, men Føroyar reistu seg.
Les um fyrra hálvleik her:
Føroysku leikararnir stríðast sum svakir fyri fyrsta sigrinum in.fo)
Slovakia byrjaði seinna hálvleik við at brenna og í 32. minutti javnaði Peter Krogh til 14-14 og eingin føroysk marrubyrjan hesaferð.
Tað gjørdist eisini til føroyskan dreym miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið Leivur Mortensen skoraði sítt fyrsta landsliðsmál og legði Føroyar á odda 18-17 - og tað var ikki minnið dreymakent tá ið Peter Krogh legði Føroyar á odda 19-17 og Slovakia tók time-out. 42 minuttir farnir.
Næsta løtan gekk onki serligt. Ein útvísing kostaði dýrt og Slovakia javnaði til 19-19. Føroyar hildu seg á odda eina góða løtu og seinastu tíggju minuttirnar fingu føroysku dreingirnir ein smeit. Helgi Hildarson Hoydal og Rókur Akralíð tóku ímóti slovakska spælskiparanum, sum fekk eina hond í høvdið.
Reytt kort til Helga Hildarson Hoydal og Føroyar í undirtali í tveir minuttir.
Slovakia var á odda, men tá ið Nicklas Selvig stjól bóltin og javnaði til 23-23 livdi føroyska vónin væl. Kortini skuldu føroyingarnir royna at fóta sær uttan annan miðverjan - og undirtalsstøðan gjørdist dýr. Slovakia kom á odda 25-23 og Føroyar máttu jagstra.
Tað var um reppið at tað eydnaðist.
Fyrst stríddi Jónas Gunnarsson Djurhuus seg til eitt brotskast, sum Kjartan Johansen so avbera trygt setti í netið, men slovakar svaraðu aftur og vóru á odda aftur við tveimum.
Søgan endurtók seg og tá ið Jónas Gunnarsson Djurhuus minkaði niður í 26-25 vóru framvegis fleiri enn tríggir minuttir eftir.
Men slovakar høvdu funnið seg til rættis í álopinum og høvdu møguleikan at leggja seg á odda við trimum tá ið einir tveir minuttir vóru eftir. Teir spákaðu á vøllinum og tveitti bóltin sínámillum og sluppu at spæla heilt inn í seinasta minuttin. Tá gjørdist teir trýstir og máttu skjóta. Nicholas Satchwell bjargaði og føroyingarnir sendu bóltin fram til púra fría Kjartan Johansen, sum trygt setti sítt áttanda mál í netið. 26-27 og minni enn ein minuttur eftir.
Allan dystin á tamb gjørdi føroyski bonkurin vart við, at slovakar drálaðu í álopinum, og nú kom hondin hjá dómarunum eisini upp við hálvum minutti ella so at leika.
Føroyingarnir gjørdu alt rætt. Teir gjørdu ikki fríkast og tvingaðu slovakar at spæla sínar seks avleveringar. Men annaðhvørt hevði dómarin ella leikararnir talt skeivt, tí har kom sum lumpaði føroysku verjuna - sum kortini fekk steðgað álopsleikaranum við fríkasti. Slovakar royndu at lata bóltin liggja til tíðin var runnin út. Eini níggju sekund vóru eftir á klokkuni. Men føroyingarnir gjørdu vart við tað, og dómararnir steðgaðu tíðini. Slovakar skuldu skjóta undir stórum trýsti - og Nicholas Satchwell fekk bóltin.
Og so var møguleikin har.
Tað var eingin livandi møguleiki hjá málverjanum at síggja hvat var eftir á klokkuni - og tað visti tíðindafólki hjá in.fo heldur ikki reiðiliga. Nicholas Satchwell gjørdi rætt av og sendi hann fram, har hann visti at ein liðfelagi var runnin.
Tað kendist sum deja-vu av seinastu løtuni av javnleikinum ímóti Montenegro á heysti í 2018, men slovakar spiltu føroyingunum hesaferð.
Teir vóru skilagóðir í støðuni. Teir vistu at teir skuldu skjóta, so teir vóru skjótir aftur og komu fyri bóltin. Og so endaði dysturin. 27-26 til Slovakia, sum nú spælir um víðari luttøku ímóti Litava í morgin (um litavar vinna væntandi sigurin á Luksemborg).
Føroyar spæla ímóti Luksemborg fyri at vinna fyrsta undankappingarsigurin nakrantíð. Vónbrotið av at sensasjónin miseydnaðist í dag hevur gjørt hópin gorhungraðan eftir sigrinum.
FM1 sigur beinleiðis frá brakinum ímillum Føroyar og vertstjóðina, Luksemborg. Dysturin byrjar klokkan 16.30 føroyska tíð.
Hoyr hvussu føroyski hópurin upplivdi ósigurin ímóti Slovakia við at trýsta niðanfyri:
Gott avrik - men tepurt og beiskt tap (FM1)
Toppskjúttin og debutanturin ætla sær sigur í morgin (FM1)
Liðskiparin og landsliðsvenjarin iðra seg báðir um tepra tapið (FM1)
FM1, Sosialurin og in.fo fylgja landsliðnum í Luksemborg, sí meira við at trýsta niðanfyri:
Sonni áðrenn Slovakia: - Eg vænti eina betri sýning í dag (FM1)
Sjúka ger um seg í hópinum: Brandur er ikki við í dag
Føroyingur í Luksemborg komin at stuðla (HOYR frá FM1)
Slovakia kann argast klokkan 14.00
Slovakia vann á Luksemborg og er risafavorittur móti Føroyum
Til reiðar til hamrandi harðan dyst klokkan 16.00
Fimm mótstøðulið ímillum Føroyar og HM í Egyptalandi
Føroyar spæla ímóti heimsstjørnum fríggjadagin
FM1 sigur frá HM-dystunum móti Litava, Slovakia og Luksemborg
Skulu vinna HM-stig fyri fyrstu ferð
Endiliga harpiks um hendurnar aftur
Illveðrið órógvar fyrireikingarnar til HM-undankappingina
Veddingarfyritøkurnar hava Litava sum stóran favoritt
Les eisini um dystirnar í Ítrottarsosialinum frá seinasta mánadegi, Vikuskiftissosialinum, sum er í sølubúðunum nú, og í Ítrottarsosialinum næsta mánadag. Tekna hald og fá atgongd til alt savnið við at trýsta HER